Eg gerist sjúk, um eg ikki kann savnast við Guds fólki!

Mikukvøldið, meðan bæði regn og vindur leikaðu í, var bønarløta, og síðani bíbliutími í missiónshúsinum Tabor á Toftum. 15 fólk møttu, og teirra millum vóru tvær 90 ára gamlar kvinnur. Báðar komu gangandi, meðan tey flestu yngru komu við bili.
Onnur kvinnan, var Dana Hammer, sum bæði er tunghoyrd og sjónveik.
Uppá fyrispurning, hvat tað er, sum fær hana frá húsum eitt tílíkt illveðurskvøld, svarar hon sannførandi:

-Hóast tað eru vánalig veðurlíkindi í kvøld, so má eg savnast við Guds fólki um Guds orð. Tað er bæði gott og neyðugt, og tí skilji eg ikki, at fólk, sum siga seg vera trúgvandi, sita heima, tá Guds fólk kemur saman í Guds húsi, sigur Dana.

-Eg fái nógv burturúr at koma, tí eg eri saman við Jesusi og teimum, sum trúgva á hann. Tað styrkir og varðveitir trúnna, sigur hon.

-Eg kann ikki vera aðrastaðni, tá Guds fólk savnast, tí annars gerist eg sjúk av longsli eftir at savnast. Tað er Jesus, sum dregur, og hann vil, at fólk hansara skulu savnast um hann, sigur Dana.

LES EISINI  Juniorar hoyrdu um Gud, sum sær, hoyrir og svarar

-Hóast eg kom úr góðum kristnum heimi, so hevði Jesus ikki stóran týdning fyri meg fyrstu ungdómsárini. Men tá eg, sum 16 ára gomul, møtti Jesusi, broyttist lívið. Eftir tað havi eg altíð longst og ynskt eftir at verið saman við Guds fólki, sigur Dana.

-Allastaðni, har eg havi búð, havi eg leitað upp Guds fólk fyri at savnast um Jesus. Tað hevur verið neyðugt fyri meg, og er tað enn, sigur Dana Hammer brosandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina