Eg haldi bara í trygdarbeltið

Konan kom inn í bilin. Áðrenn bilførarin koyrdi, segði gamla konan við føraran: -Eg haldi bara í lásið á trygdarbeltinum, tí tað er líka trygt!- Tað var eitt gott stríð hjá henni, at fáa lásið á beltinum fast, har tað skuldi, og tí helt hon bara í selan, sum um tað var nóg trygt.

Trygd, skal ikki bara verða eitt orð, góð hugsan ella hugtak, sum síðani skal ávirka kenslurnar, so tær eru róligar, fyri síðani at siga fólki, at tey eru trygg og kunnu kenna seg trygg, hóast tey bara halda í trygdarbeltið. Nei. Sonn trygdarkensla skapast, tá gjørt verður eftir forskriftunum. Tá bilbeltið er sett fast í lásið, sum er sett fast í bilin, er trygt at koyra. Tá vilja kenslurnar rætta seg eftir veruleikanum.

Tað eru mong, sum kristiliga líkjast hesi gomlu konuni. Tey royna at halda í Jesus við av og á at lesa í bíbliuni, biðja, tá okkurt leikar á, koma í kirkju jólaaftan, og tá okkurt serstakt er á skránni og stuðla fíggjarliga góðum endamálum, tá tey halda, tørvur er á tí og annars skikka sær væl. Tey royna líkasum at halda í Jesus ella hanga uppí honum.

LES EISINI  Møti: Oys út títt hjarta fyri ásjón Harrans

Jesus ynskir at taka teg uppí sín “lívsbil”. Síðani ynskir hann ikki bara, at tú kensluliga kennir teg tryggan við at halda í trygdarbeltið, tí tað er følsk trygd. Hann vil binda teg fastan við sínum trygdarbelti. Trygdarbeltið kann tá samanberast við Jesu lyftir um fyrigeving, varðveitslu, og at eingin skal ríva teg úr hansara hond*. Samstundis er trydgarbeltið tað sama, sum tey fyrstu kristnu hildu fast saman um; læru ápostlanna, heilaga samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar**. Tá styrknaðu tey í trúnni, vóru varðveitt og vóru livandi vitnir fyri Jesus í síni samtíð. Trúar- og bønarbandið til Jesus og orð hansara varð tryggleiki teirra. Tín kristiliga trygd má ikki byggjast á tað, tú gert ella ert, men á tað, Jesus hevur gjørt og er fyri teg.

Uppskriftin til trúarvissu, frið og gleði í kristna lívinum, er enn tann sama. Fyri umleið 3400 árum síðani, lýsti Móses hana við hesum orðum: -Her niðri eru teir ævigu armar***. Armarnir, teir sterkastu og ævigu, eru beint har, tú livir, stríðist og ivast. Í áliti á Jesus, og við at líta teg upp í hendur hansara, kanst tú siga: Takk, Jesus, at tú ert mín frelsari, mín friður, mín trygd,…!

LES EISINI  Snildfonir gera okkum býtt ...

*Matt.28,20. Jóh.10,28. **Áp.2,42. ***5 Mós.33,27.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina