“Eg komi skjótt… halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!”
Í døgunum 9.-16. februar skipar missiónshúsið Tabor á Toftum fyri árligu missiónsvikuni. Skráin er á tremur alla vikuna við fjølbroyttum tiltøkum.
Yvirskriftin fyri missiónsvikuna er tikin frá Opinberingini 3,11, har Jesus sigur: “Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!”
Møtini verða stroymað
Fyri nøkrum árum síðani fekk Tabor sær útgerð at stroyma møtini, og síðani tá hevur tað verið ein føst tænasta, at ein og hvør kann fylgja við, har ein er staddur, bert ein hevur teldu, teldil ellar snildfon við netsambandi. Tað verður stroymað bæði á tabor.fo og á facebook, og soleiðis verður eisini undir missiónsvikuni.
Rúgvismikil skrá
Skráin tekur við longu sunnudagin 9. februar klokkan 17, tá tað er familjumøti. Rósa Danielsen av Strondum talar, og Emma, Rebbekka og Sunneva úr Leirvík syngja. Savnað verður inn til sunnudagsskúlan, og aftaná verður nátturði.
Mánakvøldið klokkan 19.30 rungar sangurin í Tabor, tí tá er sangmøti við The Gadders, Streingjakórinum og Elisha, og Jóhannus Mikkelsen hevur andakt.
Týskvøldið talar Jógvan Højgaard, trúboðari, og kirkjukórið syngur.
Mikukvøldið talar Ingrid Hansen, og menn úr Rituvík syngja.
Hósdagin 13. februar hevur Tabor føðingardag, og missiónsvikan verður altíð løgd eftir tí degnum. Hesaferð talar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, og streingjakórið á Glyvrum syngur. Tá verður savnað inn til húsið.
Nógv á skránni um vikuskiftið
Um vikuskiftið eru eisini fleiri tiltøk. Fríggjakvøldið talar Carsten F. Mikkelsen, nýsettur trúboðari, og kórið í KFUM&K í Klaksvík syngur.
Leygarmorgunin er fyrst morgunmatur klokkan 10 og síðani bíbliutími, har Torleif Johannesen skal svara spurninginum “Hendir Guds vilji av sær sjálvum, her á jørð?
Klokkan 16 er barnamøti við Kristu og Ólavi Magnussen, og klokkan 19.30 er aftur møti við Ova Brim, presti. Tá syngur Anton Liljedahl. Klokkan 22 er lovsongsløta.
Síðsti dagurin á missiónsvikuskránni er sunnudagin 16. februar. Tá er fyrst gudstænasta klokkan 11 við altargongd, og klokkan 15 er sunndagsskúli. Síðsta møtið er klokkan 19. Tá talar Andrias Magnussen, og Taborkórið syngur. Tá er eisini høvi at lata Heimamissiónini eina gávu.
Harumframt
Bønarløta er hvønn gerandismorgun klokkan 7 í loftsstovuni, og somuleiðis hvørt kvøld hálvan tíma fyri møtið.
Eftir møtini verður ein góður drekkamuður í kjallaranum.
Um vikuskiftið verður eisini barnaansing, og alla vikuna er bókasøla.
Sí annars skránna niðanfyri: