Egyptaland: Tríggir menn álopnir við knívi

Tríggir kristnir menn vórðu týsdagin í síðstu viku sendir á sjúkrahús, eftir at teir vórðu stungnir fleiri ferðir við knívi, skrivar ‘Christian Solidarity Worldwide’. Álopið fór fram í eini bygd í Minya-landslutinum.

Landsluturin liggur í Ovara Egyptalandi, sum er sunnari partur av landinum. Tað er har, flestu álopini móti kristnum fara fram, sambært bretska felagsskapinum.

Fýra muslimskir menn sigast at hava framt álopið við knívum og svørðum inni á einum apoteki á staðnum. Nakrir av álopsmonnunum vórðu handtiknir av løgregluni, upplýsa keldur hjá CSW.

Deyðilig álop

Seinastu mongu árini hava kirkjur og kristnir bólkar ferð eftir ferð verið fyri deyðiligum álopum í Egyptalandi. Longu í 2013 ávaraði Amnesty International um, at harðskapurin móti kristnum koptum er øktur munandi.

Seinni hava avrættingin av 21 koptum í Libya í 2015, drápið av minst 43 kristnum í tveimum kirkjum í 2017 og drápið av 28 kristnum í einum bussi í 2018, verið tær blóðugastu hendingarnar.

LES EISINI  Áttandihvør kristni í heiminum verður forfylgdur fyri sína trúgv

Kristnir felagsskapir í Egyptalandi stúra fyri fleiri álopum á tey kristnu í landinum.

– “Seinastu tíðina hava jalig tekin verið frá myndugleikunum. Á pappírinum eru myndugleikarnir í øllum førum meira jaligir fyri bygging og umvæling av kirkjum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg”, skrivar Christian Solidarity Worldwide á heimasíðu sínari.

Latum okkum minnast til at biðja fyri brøðrum og systrum okkara í Egyptalandi og aðrastaðni, har tey kristnu verða forfylgd, pínd og dripin vegna sína trúgv á Jesus Kristus.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina