Ein áheitan um forbøn fyri børnunum í Kamerun
Médéké gloymir ongantíð 31. mai 2023.
Tann dagin sá hon son sín, 10-ára gamla Jósef, fyri síðstu ferð. Undir einum álopi frá Boko Haram á teirra kristnu bygd í óstøðuga landspartinum í Kamerun, varð Jósef burturfluttur.
“Eg fari ongantíð at gloyma tann dagin,” sigur Médéké, sum er mamma at fimm børnum.
Hon og familjan búðu í bygdini Goldavie, tá ið Jósef varð tikin. Hann var mittasta barnið í systkinaflokkinum. Hvørt kvøld sat hann saman við pápa sínum, meðan familjan bíðaði eftir, at nátturðin skuldi vera klárur. Jósef sat á vanliga plássinum, tá skotini brustu.
“Hann sat í fanginum hjá pápa sínum. Eg hoyrdi teir flenna, meðan teir hugdu at telefonini hjá manni mínum,” minnist Médéké. “Tað tók ikki langa tíð, áðrenn Boko Haram-menninir høvdu kringsett alla bygdina og byrjaðu at skjóta.”
Ongin sá menninar koma, men ljóðið av skotum var nóg mikið til at skilja, at tey máttu flýggja. Boko Haram ger javnan álop í økinum, og tey kristnu vita, at tey mugu søkja sær skjól, tá ið bygdin verður álopin.
“Eg byrjaði at renna niðan móti fjøllunum,” sigur Médéké, og við tárum í eygunum greiðir hon frá, hvat hendi. “Tá ið eg hugdi aftur um meg, sá eg Jósef halda í hondina á pápa sínum og renna móti fjøllunum.”
Í øllum ruðuleikanum varð Jósef skildur frá pápa sínum, og ein granni sigur seg hava sæð Jósef venda aftur og rópa eftir pápa sínum. Tá ið grannin royndi at fáa Jósef at flýggja, varð hann tikin av álopsmonnunum.
“Eg kom oman av fjallinum og bíðaði eftir, at øll børn míni skuldu koma aftur saman við manni mínum, men Jósef kom ikki aftur. Eg hugsaði, at hann var saman við onkrum granna, men ein annar granni kom og segði okkum, at hann var burturfluttur,” sigur Médéké.
Kamerun – ‘reytt øki’
Álop og burturflytingar eru gerandiskostur. Av ótta fyri álopum fara nøkur kristin úr húsum sínum hvørt kvøld fyri at sova í fjøllunum. Landsluturin, sum liggur í vestara partinum av Nigeria, har Boko Haram eisini er virkið, er so vandamikil, at hann er útnevndur sum eitt “reytt øki” av trygdarfakfólki.
Open Doors hevur verið í samband við prestin Jean, sum leiðir evangelisku kirkjuna í Mayo-Tsanaga. Hann sigur, at síðani 2014 eru meira enn 14 kristin børn burturflutt av Boko Haram. Minst seks av teimum eru burturflutt í ymsum álopum seinastu trý árini. Børnini eru millum 7 og 18 ár. Presturin Jean undirstrikar, at tað eru kristin børn, ið verða vald út.
“Síðani eg byrjaði at arbeiða í Mayo-Tsanaga í 2014, havi eg ikki hoyrt um nøkur muslimsk børn, sum eru burturflutt,” sigur hann. “Hvørja ferð eru tað bara kristin børn.”
Familjurnar hava ongantíð frætt frá ránsmonnunum og vita ikki, um børn teirra enn eru á lívi. “Vit vita ikki, hvar børn okkara eru,” sigur Jean prestur. “Burturflytararnir ringja ikki eftir peningi ella loysigjaldi, teir siga ikki: ‘Her eru børn tykkara.’ Tað er onki spor eftir teimum.”
Médéké bíðar enn eftir eini telefonsamrøðu um loysigjald fyri Jósef, og hjartasorg hennara er sjónlig. “Ongin hevur ringt,” sigur hon. “Eg veit ikki, hvat er hent við soni mínum. Tað ger mær so ilt at hugsa um hann.”
Bið fyri okkum
Médéké og hini foreldrini til burturfluttu børnini hava vent sær til okkara samstarvsfelagar og spurt, um vit vilja standa saman við teimum í bøn. Eins og Médéké vóna tey í sorgini, at børn teirra ein dag koma heim aftur.
Støðan í Kamerun er bara ein av mongum í Afrika sunnan fyri Sahara, har harðskapur rakar tey kristnu. Open Doors hevur sett í verk átakið “Reis teg, Afrika” fyri at varpa ljós á støðuna so broyting kemur í.
“Vit ynskja frið í hjørtum okkara, í bygd okkara, í landi okkara,” sigur Jean prestur. “Beint nú biðja vit um, at tit vilja biðja fyri okkum.”
Bið fyri Kamerun
- Bið Gud troysta, styrkja og hjálpa Jósefi og hinum børnunum, hvar tey enn eru.
- Bið Gud sameina børnini og familjur teirra.
- Bið Gud um, at fíggindar teirra kristnu mugu síggja hvussu stórur og góður Gud er.
Kelda: Open Doors, Danmark
Ásbjørn Jacobsen, umsetti