Ein aktiv familjulega í Nesvík við onkrum fyri øll

Í døgunum 22.-25. juli verður summarfamiljulegan í leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri.
Kom við á summarfamiljulegu og hugna tær nakrar dagar og bjóða endiliga øðrum við. Her eru góðar umstøður at spæla og hugna sær sum familja.

Tá tit taka lut á familjuleguni í Nesvík standa fitt legufólk fyri tykkum, ið eru til reiðar at geva tykkum eina ógloymandi legu.

Har fara at vera stuttleiki og hugni á skránni, spøl og kappingar og tit verða tryggjað hópin av aktivitetum hesar dagar, sum bæði eru fyri børn og vaksin. Ert tú til, at børnini hugna sær og hava tað stuttligt, meðan tú stendur við síðulinjuna og hyggur at ella tú heldur tekur aktivan lut ella kanska rætt og slætt ynskir at njóta kvirruna og friðin, ja so bjóðar vakra náttúran um Nesvík til spákitúrar í økinum.

Ein aktiv familjulega snýr seg um at hava tað gott og skapa nýggj minnir saman við síni familju.

Prísir

1.600 krónur fyri hjún,
1.850 krónur fyri hjún við einum barni,
2100 krónur fyri hjún við tveimum børnum,
2350 krónur fyri hjún við trimum børnum
2600 krónur fyri hjún við fýra ella fleiri børnum 

Ein vaksin rindar 900 krónur,
Ein vaksin við einum barni rinda 1150 krónur,
Ein vaksin við tveimum børnum rinda 1400 krónur,
Ein vaksin við trimum børnum rinda 1.650 krónur,
Ein vaksin við fýra børnum ella fleiri rinda 1.900 krónur,

Hevur ein gestabarn við sær (børn afturat sínum egnu), rindar ein 250 krónur fyri hvørt. 

Eitt kamar í nýggju kamarslonina kostar 750 kr. 

Teknið tykkum her www.mission.fo/tilmelding

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina