”Ein dag í senn” – nýggj andaktsbók hjá Øssuri Berghamar
Ein lítil andaktsbók er útkomin hesar dagarnar, kallað “Ein dag í senn”. Hon hevur undirheitið “31 dagar við orði og sangi”.
Bókin hevur eitt orð til hvønn dag í ein mánað, men harumframt er eisini ein sangur umtalaður, ið verður knýttur til dagsins orð. Høvundur er Øssur Berghamar, sum í mong ár hevur verið fyristøðumaður í Kristnastovu í Keypmannahavn og framvegis vitjar føroyingar á Ríkissjúkrahúsinum og aðrastaðni í Keypmannahavn.
Bókin er framleidd á Eiði. Robert Gutke hevur uppsett og sniðgivið, og Tonito hevur prentað. Hon fæst í fleiri handlum kring landið og kostar 60 krónur.