Ein gevandi dagur

-Eg vóni veruliga, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak; tí eg havi fingið sera nógv burturúr. Harafturat hevur tað verið gott at hoyra frá øðrum, um ta avbjóðing, tað er, at siga eitt orð um Jesus umborð á skipi.- Tað sigur Aðalstein Dalsgaard, sum er verksmiðjuformaður umborð á Norðborg. Hann var ein av luttakarunum til dagin – “Jesus við umborð”- sum var í Leguhúsinum í Nesvík 23. mars.

-Undirvísingin var góð, umstøður í Leguhúsinum eru góðar,og so var stemningurin sera góður. Tað var eisini gott, at sjómanstrúboðarin var við. Hann ger eitt sera gott arbeiði, og so roynir hann eisini at stimbra trúgvandi sjófólkið í at verða vitnir umborð bæði í orði og verki,- sigur Aðalstein.