Ein heilsan frá Børkop Højskole.

Hósmorgunin fóru næmingarnir frá Børkop Højskole avstað aftur aftaná at hava verið í Føroyum í 9 dagar. Og tað vóru nakrir móðir, men glaðir næmingar og lærarar, ið fóru aftur til Danmarkar.

– Vit vóru sera væl móttikin, sigur Peder Kølle, sum var ein av lærarunum, sum vóru við á túrinum. Hann heldur á fram: Vit vilja so fegin senda eina stóra tøkk til tey mongu menniskjuni, ið á ein ella annan hátt hava hjálpt okkum á túrinum. Tað hevur verið ein stór signing fyri okkum, at so mong hava hjálpt okkum. Hvønn dag hava fólk gleðiliga gjørt okkum mat, meðan onnur hava víst okkum runt og greitt frá um tykkara deiliga land. Tað kunnu vit ikki takka nóg mikið fyri.

Sum vit áður hava fortalt her á Trúboðanum, skuldu næmingarnir vera í Ísrael, men orsaka av Korona endaðu tey í Føroyum. Hóast tað á tann hátt bleiv ein heilt øðrvísi túrur, enn tey høvdu ímyndað sær, vóru tað fleiri, ið meintu, at tað at møta Føroyingum var so fantastiskt, at tey ikki saknaðu Ísrael og hitan.