Ein heilsan, nú vit júst hava stigið inn í eitt nýtt ár, 2022.

Standið honum ímót, treystir í trúnni!

Eftir at Jóhannes doyparin hevði doypt Jesus í Jordan ánni, lesa vit í Lukas 4 um, at djevulin freistar Jesus í oyðimørkini. Jesus er nú um at byrja sín serliga frelsaragerning, og við tað sama loypur djevulin á hann. Í hesum føri sum freistarin.

Ein hevur sagt tað soleiðis, at djevulin ræðist tey, sum reka missión fyri Kristus. Hann lýsti tað soleiðis, at ein kristin kann verða sum eitt brennandi stearinljós. So leingi tað stendur einsamalt, er tað ikki so farligt, men nærkast tað at festa eld í onnur stearinljós, er tað øðrvísi vorðið. Tá ger djevulin alt fyri at sløkkja ljósið. Sum Guðs børn koma vit sanniliga eisini at kenna, at tað ikki er gamansleikur at standa í fremstu røð í stríðnum fyri Guðs ríki. Søgan hevur mong dømi um, hvussu kristin verða freistað, álopin, útihýst, niðurgjørd o.s.fr.

Vit síggja, hvussu djevulin snildisliga tekur orð í skriftini úr sínum samanhangi og brúkar tey til at freista Jesus við. Jesus vísir hesum álopum frá sær, við eisini at brúka orðið.

LES EISINI  At vera í krithúsinum

Soleiðis er tað alt avgerðandi, at vit eisini eru ílatin til at standa ímóti djevulsins álopum. Efes. 6, 13-18 tosar júst um, hvussu vit eiga at verða ílatin sum Guðs børn, m.a. við at kenna Guðs orð, liva í tí og ogna okkum tað.

Hendan frásøgn sigur okkum, hvussu Jesus møtti freistingum. Men hon sigur okkum eisini nakað um, nær vit eru veik fyri freistingum. Um vit ikki fáa okkara andaligu áfylling, røkja okkara samband við Harran í lesnaði og bøn, (Mark. 14, 38: “Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting”) eru vit meira sárbar fyri freistingum. Eisini er tað freistandi fyri okkum at lata okkum smikra, tá vit verða róst og lyft upp. Tá er tað umráðandi, at vit hava beinini væl plantað á jørðini og geva Guði æruna fyri alt.

Tað er ikki nøkur synd at verða freistaður. Avgerðandi er, hvat vit gera við freistingina. Fylgja vit henni og at enda gera tað, vit ikki eiga at gera, verður galið. Hin vegin eiga vit sum Jesus, at vísa freistingini frá okkum. Sum Luther segði: “Eg kann ikki forða fyri, at ein fuglur flýgur uppi yvir mær. Men eg kann forða fyri, at hann byggir sær reiður á høvdinum hjá mær.”

LES EISINI  Tak ímóti avmarkingum sum eini gávu

1. Pætur 5, 7-9: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina