Ein hugnalig løta

Nú skúlaárið hjá Podas er endað fyri 2020, hevur Podas 3 flokkurin í Vesturkirkjuni havt hugnaløtu seinasta skúlakvøldið í ár. Flokkurin heldur til í kjallaranum í Vesturkirkjuni við 10 næmingum og tveimum leiðarum. Vit kunnu ásanna, at vit hava havt eitt gott og ríkt ár við góðum undirvísarum, og lesa eisini nakrar sera góðar bøkur.

Hetta kvøldið, ið vit vóru samlaði til floksins tíma, var eisini gjørt meiri burtur úr enn vanligt. Vit høvdu eina hugnaliga jólaløtu. Byrjað var við einum jólasangi, har ið næmingar og leiðarar sum høvdu møguleika at spæla uppá ljóðføri, spældu undir. Og væl var sungið við.

Eitt borðvers var eisini sungið, áðrenn vit vóru boðin til ein góðan drekkamunn, við góðum heimagjørdum køkum og gott heimagjørdum Rís á lamande. Hugnin var stórur, og tosað var um ymiskt.

Jólaevangeliið var so lisið upp. So var ein sangur sungin, áðrenn vit søgdu frá um jólini, soleiðis sum vit høvdu upplivað tey í lívi okkara. Fimm minuttur fingu vit í part til hetta. Søgurnar vóru ymiskar.

LES EISINI  Podas ríkar meg sum kristin og í lívinum sum heild

Áðrenn vit endaðu, var biðið og takkað fyri henda partin av skúlaárinum. Og vit gleða okkum at byrja aftur í 2021.

Endað var við bøn og sálmurin ”Gleðilig jól”, sum eisini var sungin við teknmáli.

Ymisk eru vit. Lat okkum brúka tað, sum Guð hevur givið okkum, til at bera hansara boðskap út.

Við hesum vilja vit takka fyri hetta árið, og ynskja øllum eini Gleðilig Jól og Guðs signing í nýggja árinum.

Podas 3 flokkur í Vesturkirkjuni

Luk 2:10-11: Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina