Ein longsul í hjartanum
Tá ið eg, seinastu tíðina, havi verið millum trúgvandi fólk er tað serliga eitt evni, sum ofta stingur seg upp í prátinum við tey: Missiónshúsið í Vigeland.
Norska missiónshúsið er í løtuni miðdepilin fyri tílíkum andaligum virksemi, sum vit ikki hava sæð í langa tíð í Norðurlondum. Fleiri av teimum, sum eg havi tosað við hava sagt, at tey droyma um at fara til Norra fyri veruliga at uppliva vekingina. Tí tey – og eg – kenna longsulin eftir at uppliva eina veking.
Nógv hava einans hoyrt um vekingar, sum vóru fyri langari tíð síðani. Og hóast vit biðja Gud um at senda veking her í Føroyum, so hava fleiri tó óivað trupult við at trúgva, at tað kann henda her hjá okkum. Men frásagnirnar úr Norra byrta nýggja vón í okkum. Tí her er talan um eina lítla meinigheit, eins og nógvar av okkara. Tá ið vit hoyra leiðararnar greiða frá, verður tað skjótt greitt, at tey líkjast okkum. Tey komu ikki inn í hesa vekingina fylt við andaligum sjálvsáliti. Tey komu ikki við eini nýggjari uppskrift uppá, hvussu vit kunnu halda eitt fullkomið møti. Heldur vóru tey tilvitaði um teirra egnu andaligu avbjóðingar, og tey synga somu sangir, sum vit eisini syngja í nógvum missiónshúsum. Tey eru partur av Normisjon, sum er ein av samstarvsfeløgunum hjá okkum. Tey líkjast okkum somikið nógv, at tað næstan ikki ber til at lata vera við at hugsa: Um tað kann henda hjá teimum, so kann tað eisini henda hjá okkum.
Og hetta økir um longsulin í mínum hjarta. Tómleikin verður alt meira sjónligur. Holið verður størri og størri. Hjartað rópar til Guds: Send veking yvir okkara fólk. Kom og vitja okkum Harri, eins og tú vitjar okkara brøður og systrar í Vigeland. Vís okkum náði, so vit kunnu síggja tað, sum tey síggja.
Okkum kann leingjast eftir nógvum ymiskum. Summum leingist eftir at verða grødd, meðan øðrum leingist eftir friði og gleði. Summum leingist eftir at fáa lívið aftur á rætt kjøl, meðan øðrum leingist eftir hvílu ella at kunna sita í kvirru saman við Jesusi. Øll hava sítt at stríðast við. Men gloym ikki, at tað er einans hann, sum hevur skapt hjartað, sum veruliga kann stilla tín djúpasta hjartalongsul.
Brøður og systrar í Harranum: Nú er tíðin komin, at vit gera nakað við okkara longsul. Fjal ikki longsulin longur. Ger nakað við longsulin, og ver úthaldandi í tí, tú gert. Í dag er náðitíð.
Fyrst og fremst: Gev Jesusi tín longsul. Og gev Jesusi tín veikleika. Ger upp við syndina. Bið uttan íhald. Og bið saman við øðrum. Ger ein longsulnarbólk saman við øðrum, sum leingist, og leggið tykkara ynski fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk. Sigið hvørjum øðrum um Jesus. Væntið stór ting av Gudi!
Og tá tit eru samlaði, brúkið tíð uppá at gleðast saman. Tosið um Jesus og hansara kærleika. Tosið um, at Jesus kemur aftur skjótt. Syngið um hann. Syngið tað, sum verður lagt tykkum á hjarta. Og tak síðani ein vin, sum hevur ein longsul við, næstuferð longsulnarbólkurin møtist.
Vit eru nógv, sum hava ein longsul eftir einum og øðrum. Men tað er bara ein, sum kann fylla tómleikan, sum tú kennir í búkinum. Tað er bara ein, sum kann grøða teg. Tað er bara ein, sum kann geva tær frið og hvílu. Tað er bara ein, sum kann taka tín ótta. Tað er bara ein, sum kann frelsa teg. Eg kenni hann, og eg veit, at hann vil møta tær. Spurningurin er tí, um tú vilt møta honum, og leggja lív títt í hansara hendur? Hvat er næsta stig hjá tær?