Ein púra vanligur týsdagur við Jesusi

Dagarnir kunnu kennast sera ymiskir. Men Jesus er tann sami hvønn dag.

Tað er munur á døgunum í lívi okkara. Tað eru dagar, sum eru nakað serligt: merkisdagar, veitsludagar, hátíðardagar, gleðisdagar ella feriudagar. Tað er oftast teir, vit minnast best, og teir, sum fáa ein serstakan týdning fyri okkum.
Men so eru tað eisini allir gerandisdagarnir. Tað eru teir flestu. Teir gráu og kanska eitt sindur keðiligu gerandisdagarnir, har lívið bara gongur sína gongd, sum tað plagar at gera.
Nøkur okkara hava lyndi til bara at bíða eftir, at gerandisdagarnir fara inntil næstu feriu, hátíð ella merkisdag, tí tað er har, vit kenna, at vit liva og hava tíð til at vísa hvør dugur er í okkum.
Viðhvørt kenni eg tað soleiðis, at tað er á hesum serligu døgunum, at eg av álvara kann vera tann, sum eg eri, og at tann vanliga ‘gerandisliga-eg’ er ein onnur og meira keðilig útgáva av mær.
Dagarnir ávirka, hvussu eg beri meg at, hvussu eg kenni og hugsi um meg sjálva, um onnur og um heimin kring meg.
Dagarnir eru ymiskir, og vit uppliva teir sera ymiskt; men Jesus er tann sami hvønn dag.
Um tað er gerandisdagur, veitsla ella feria, er Jesus tann sami. Hann elskar teg og vil fegin vera ein partur av lívi tínum allar dagar, bæði teir serligu dagarnar og allar teir gráu gerandisdagarnar. Jesus elskar teg líka nógv, um tú heldur feriu í onkrum fjarskotnum landi, ella um tú stendur við hondunum í uppvaskinum ein púra vanligan týsdag.

Greinina skrivaði Mette Hornstrup, trúboðari,
í blaðnum Impuls nr. 21/2018.