Ein sera góð missiónsvika í Haldórsvík

Nú, ið missiónsvikurnar eru byrjaðar aftur í Norðurstreymoy, hevur tann fyrsta verið í Haldórsvík frá 27. til og við 30. oktober.

Tær byrja í oktober og enda hálvan mars í Norðurstreymoy.

Tær hava verið væl vitjaðar. Góðir talarar hava verið, sangbólkar hava luttikið við góðum lovsangi. Vitnisburðar hava eisini verið nógvir og góðir. Tað er gleðiligt, at góðir vitnisburðir eru at hoyra aftur, har kanska røddin er slakað.

Andi Guð hevur verið til staðar. Blandingur av bygdafóki og avbygdafólki hava verið til møtini. Hóskvøld, fríggjakvøld og sunnukvøld hava verið sum tað klassiska mynstrið: felagssangur, kórsangur, talarar og fríir vitnisburðar. Leygarkvøldið var eitt sangkvøld við vitnisburðum og andakt. Harmonikuvinir spældu undir, meðan øll stemmaðu í at syngja lovsong til Harran. Forbøn var eisini bjóðað eftir møtini.

Blíðskapurin var eisin sera góður. Góður drekkamuður var eftir møtini øll kvøldini. Sunnukvøldið var bjóðað til góðan mat við góðum føroyskum viðskera. Fýra sera góð kvøld í Haldórsvík.

LES EISINI  Ein signað missiónsvika í Hósvík

Vikuskiftið 11. til og við 13. November verður missiónsvikan í Tjørnuvík. Tað gleða við okkum til. Har eru øll eisini hjartaliga vælkomin.

Sál 119:105: Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina