Ein stór misskiljing

Mong misskilja tíverri, hvat skal til fyri at koma inn í Himmalin. Tey hava ikki sæð, hvat Jesus sigur um bøkurnar á dómadegi.

Eg renni meg ofta í eina stóra misskiljing. Fólk halda, at kristindómurin gongur út uppá, at ein skal liva eitt so gott lív, at ein kann verða frelstur aftaná. Hendan misskiljing er væl stuðlað av mongum teknirøðum, har Sankta Pætur situr og skal døma um, hvør sleppur inn í Himmalin ella ikki.
Ein ímyndar sær eina viging av lívinum: tað góða móti tí ónda. Og um so er, at tað er meira gott enn ónt, so endar ein í Himlinum, annars gongur tað tann skeiva vegin. Mong ugga seg tó við, at tey ikki eru verri enn øll hini – soleiðis nakað omanfyri miðal, og tað man væl fara at røkka.

Bøkurnar

Gud sær heilt øðrvísi uppá tað. Í allarseinastu opinberingini frá Jesus, sum er skrivað í Bíbliuni, greiðir hann frá, hvussu veruleikin er. Á dómadegi fara víst øll at verða dømd útfrá nøkrum stórum bókum. Í hesum bókum er alt mítt lív niðurskrivað – bæði tað, sum eg gjørdi og tað, sum eg ongantíð fekk gjørt. Sátan elskar hesar bøkur.
Jesus kallar hann fyri “Ákærin”. Tí Sátan ynskir at ákæra okkum fyri Gudi, so Gud í síni rættvísi kann verða noyddur at døma okkum burtur frá Himlinum. Og tá vit verða dømd eftir bókunum, er tað eingin, sum stendur mát. Eingin verður frelstur.

LES EISINI  Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?

Jesus-bókin

Men Jesus fortelur um eina aðra bók, sum skal latast upp hendan sama dagin. Hansara bók. Her standa nøvnini á øllum teimum, sum verða frelst. Og so er tað fullkomuliga líkamikið, hvat stendur um meg í øllum hinum ræðuligu bókunum. Stendur navn mítt í Jesus-bókini, so eri eg frelstur!
Hvussu fái eg mítt navn í hesa fantastisku bók? Rætt og slætt við, at eg í hesum lívi biði til Jesus: “Eg kann ikki frelsa meg sjálvan! Fyrigev mær! Tú hevur jú goldið fyri meg, tá ið tú doyði á krossinum!” Og Jesus smílist og skrivar navn mítt í ta undurfullu bókina.

Sprint Aagaard Korsholm skrivaði greinina,
sum stóð í blaðnum Impuls nr. 19/2018

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina