Eingi Ólavsøkumøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

– Vit hava valt at fylgja tilmælunum hjá mynduleikunum, og tí verða eingi møtir í Meinigheitshúsinum á Ólavsøku, sigur Heri Kjærbo, formaður í stýrinum í Meinigheitshúsinum.

Í nógv ár hevur verið fastur táttur hjá Meinigheitshúsinum at hava fleiri møtir á Ólavsøku. Vanliga eru bæði møti og eitt ungdómstiltak á skránni Ólavsøkuaftan og eitt møti á skránni Ólavsøkudag.

– Ólavsøkumøtini hava eydnast sera væl seinastu árini, og tað eru eisini møtir, sum nógv fólk koma til – bæði lokal fólk, men sanniliga eisini avbygda fólk, sigur Heri

Tað hevur tó leingi verið óvist hvussu fór at verða við Ólavsøkuni í ár, og tá mynduleikarnir mældu frá at savnast í stórum mongdum á Ólavsøku, var tað ein løtt avgerð hjá stýrinum í Menigheitshúsinum at taka.

– Tað kunnu lættliga savnast væl yvir hundrað fólk til Ólavsøkumøtini, og tá mynduleikarnir mældu til ikki at savnast í stórum bólkum, so avgjørdu vit at fylgja teimum tilmælunum. Vit vóna sjálvandi, at vit aftur kunnu hava Ólavsøkumøtir komandi ár. Vit hava altíð gjørt nógv burturúr Ólavsøkumøtunum, og tað fara vit eisini at gera komandi árini, greiðir Heri frá.

LES EISINI  Hvussu náa vit tey ónáddu?

Vanligu møtini hjá Meinigheitshúsinum verða tó sum vanligt – næsta møti verður 2.august.

– Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin til tey møtini, og eg vóni ikki at nakar heldur seg aftur at koma, hóast vit avlýsa Ólavsøkumøtini orsaka av koronu. Munurin er, at Ólavsøkumøtini savna fólk í stórum mongdum úr øllum landinum, sigur Heri at enda og leggur afturat, at øll tilmæli um frástøðu og reinføri verða fygld í Meinigheitshúsinum.

Meira kunning um tiltøk í Meinigheitshúsinum kunnu síggjast á meinigheit.fo og á Facebook síðuni hjá Meinigheitshúsinum.

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina