Eingin kann liva av minnum

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Minnir eru góð, lívgevandi og neyðug. Mong hava upplivað hvussu minnir eru dýrabar og neyðug tá deyðin tók ein tey vóru góð við og sum stóð teimum nær. Tá verður eisini mangan sagt, at viðkomandi er farin um sýn, men góðu minnini eru eftir. Rætt og gott er tað.

Vit kunnu eisini  minnast góðar máltíðir, máltíðir, har nógv var gjørt burturúr og maturin smakkaði framúr væl og nóg mikið var til. Kanska var maturin etin í felagsskapi við familju og vinir, sum harvið styrkti minni um góðu løtuna. Deiligt.

Kortini er tað sætt, at eingin kann liva í vikur, mánaðir og als ikki í ár av minnum um mat, óansæð hvussu væl hann smakkaði, ella hvussu fyltur hann var av kalorium. 
Nei, skalt tú liva, virkað, mennast og yvirliva, mást tú eta, ja, eta dagliga. 
Hetta eru sannleikar, sum nærum hvørt menniskja veit og má taka fylgjurnar av, tí annars er deyðin vísur. Tað eru bara deyð fólk, sum ikki kenna svongd. 
Skal bilurin “liva” og koyra, tørvar honum brennievni, skal skipið “liva” og sigla tørvar motorurin brennievni. 
Hví skrivað hetta um minnir, mat og brennievni? Jú, tí hetta er ikki bara ein menniskjaligur, mekaniskur ella heimspekingarligur sannleiki – men eisini kristiligur sannleiki. 
Skalt tú liva, mennast og varðveitast sum kristin, mást tú eta –ja, eta dagliga. 

Nú Guds hús hava staðið stongd í vikur og mánaðir, ja, nærumí ár, vegna Covid 19, er neyðugt at vera greiður yvir, at ongin livir ella yvirlivir av minnum um mat – heldur ikki andaligan mat. 
Andaligan mat fáa fólk við at lesa og hoyra Guds orð, við at biðja til Guds og við at savnast við Guds fólkið um Guds orð og sakramentir. 
Jesus endurgav skriftirnar og segði: “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni” Matt. 4,4. 
Menniskja livir andaliga av Guds orði = Bíbliuni. Tekur tú fylgjurnar av hesum sannleika, og føðir tína ódeyðuligu sál,og ikki bara títt deyðiliga likam?
Vaksin fólk hava persónliga ábyrgd av at eta, meðan føði barnana er ábyrgd foreldranna og teirra, sum hava ábyrgd av børnunum. Soleiðis er tað eisini kristiliga.

Tað er gott at vera doyptur, konfirmeraður, ella at hava upplivað eina stóra og kensluborna umvending í ungdóms- ella manndómsárum.  
Tað er gott við minnum um sunnudagsskúla, ungdómsfundir, gudstænastur, møtir, bíbliutímar, legur og aðrar upplivingar í kristna felagsskapinum. Men skal tú liva og varðveitast sum kristin, mást tú eta dagliga – eisini í komandi døgum og árum. 
Satt kristinlív er ikki statiskt, so at skilja, at tað altíð er støðugt, gott, livandi, óansæð umstøður og hvussu lívið verður liva og raðfest. Nei, skal kristinlívið livast, mennast og varðveitast, mugu rættu umstøður skapast fyri tí og haldast við líka, annars doyr tað.

Sonn og livandi kristin hava til allar tíðir verið dagliga tilvitað um at “etið og drukkið” Guds orð og biðið.
Kundu tey ikki gera tað í felagsskapi, var so mikið neyðugari, at gera tað heima – persónliga.
Hetta má fólk okkara taka við læru av, nú trupult hevur verið av savnast.
Sonn kristin hava til allar tíðir kent dagliga svongd og tosta eftir Guds mati og hava etið. Svongdin og tostin hava leitt tey til Guds. Svongdin er tí satt lívstekin í kristinlívinum. Ongin svongd er deyðstekin. 

Kristnu fedrarnir kendu svongd og tosta eftir Gudi.
Dávid skrivar: -Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði. Sl. 42,2-3.

Jesaja skrivar: – Sál mín tráar um nætur eftir tær; í lýsingini stundar mín andi á teg,. 26,9.

Gamli Símeon og Anna komu leidd av andanum inn í templið. Tey tystu eftir Guds orði. Har hittu tey Jesus – Guds orð. Luk 2.

Føðir tú sál tína í dag? Minst til, at hevur tú ikki umsorgan fyri egnari sál, hevur tú heldur ikki umsorgan fyri sálunum hjá øðrum.
Tak tí fylgjurnar av, at eingin kann livað og yvirlivað av minnum – og als ikki kristiliga. 

“Liv í núinum og ikki í minnunum”! verður ofta sagt. Tað er neyðugt
Bið til Guds, fyll teg við orði hansara og lat tað vera vegleiðari tín. 
Liv so í núinum og lat minni stimbrað teg í trúðarinnar góða og neyðuga stríði.