Eitt er neyðugt er nú á goymsluni í Nesvík

Andaktsbókin, sum vit hava bíðað leingi eftir, Eitt er neyðugt, er nú komin á goymslu.

Síðani vit á Stórmøtunum í November kunngjørdu, at ein føroysk týðing av vælumtóku andaktsbókini hjá Hans Erik Nissen, var ávegis, hava nógv longu bílagt sær bókina á manna.fo.

Og tey, sum hava bílagt hana kunnu nú gleðast um, at bókin skjótt liggur í postkassanum.

Um tú framvegis ikki hevur bílagt bókini, so kanst tú gera tað á manna.fo.

Í sjónbandinum niðanfyri kanst tú síggja samrøðuna við Marnu Jensen, sum hevur umsett bókina.

LES EISINI  ”Ein dag í senn” - nýggj andaktsbók hjá Øssuri Berghamar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina