Eitt hjarta er, ið hin sonin elskar

Harmonikuvinir spæla undir til felagssang:

Eitt hjarta er, ið hin sonin elskar,
sum søkkur niður í synd og skarn,
úr faðirhúsinum sær eitt eyga
við umsorgan á hitt vilsta barn.

Eitt oyra er, ið seg boyggir niður
til tey, sum rópa um hjálp í neyð,
ein tunga er, sum í náði talar
við tey, ið falla, og reisir tey.

Ein kelda er fyri tann, ið tystir,
eitt lívsins breyð til tey svongu er,
ein góður frístaður er og tryggur,
har deyði, dómur ei skaða ger.

Ja, kom til Jesus, og tú skalt finna
alt, ið tær tørvar til sæluna!
Tí Jesus, Jesus og hann aleina
nóg mikið er alla ævina.