Eitt kníválop gjørdist til bøn fyri gerningsmanninum

Sara* bleiv stungin niður mitt á gøtuni, tí hon er kristin. Hon kom livandi frá tí, men hon er ikki óð inn á gerningsmannin. Ístaðin biður hon um, at Gud má nema við hjartað hansara.

Langa og myrka hárið hjá Saru er sjónligt, og tí er lætt at síggja at hon err kristin í einum býi, har allar kvinnur annars fjala hár og andlit. Men hon kennir seg trygga. Gøtan, sum hon gongur á, er ljós og fylt við menniskjum, og hon hevur aldrin havt trupulleikar annars, hóast hon ikki fjalir hárið.

Sum so mangan fyrr biður hon faðir vár innantanna meðan hon gongur. Brádliga merkir hon nakað hvast – og kalt – sum rakti hana fleiri ferðir í ryggin.

“Skitna kristna menniskja, doyggj!” rópar ein maður íklæddur hvítt – eyðkenni hjá salafistunum. Beinini á Saru byrjaðu at skelva.

“At byrja við merkti eg ikki pínuna. Eg havi helst verið í sjokk. Men eg merkti, at blóðið streymaði úr mær. Eg royndi at turka tað burtur við mínum hálsturriklæði, men blóðið bleiv við at streyma úr. Og síðani gjørdist alt svart,” fortelur hon seinni um teir dramatisku minuttirnar.

LES EISINI  Norðurindia: Kirkjur verða stongdar og prestar afturhildnir

Fleiri dagar áðrenn álopið hevði Sara eina undarliga kenslu av ótta.

“Eg haldi at tað kemur at henda mær okkurt. Eg veit bara ikki hvat,” segði hon við dóttir sína. Júst dóttir Saru var tað seinasta, ið hon hugsaði um áðrenn hon small um. Dóttirin var einsamøll heima, og hvat skuldi dóttirin gera um mamman aldrin kom heim aftur? Til alla lukku kom Sara livandi frá teimum djúpunum stingunum hon fekk.

Fakta:
Hvørt ár verða kristin álopin av ekstremistum í Egyptalandi.
Hóast mynduleikarnir eru ímóti hesum, so sleppa nógvir av gerningsmonnum undan revsing. Ofta tí gerningsmenninir hava samband við fólk hjá løgregluni, sum halda hondina yvir teimum. Málini verða tí ofta ikki kannaði.

Eg havi ein stóran Gud

Eftir at Sara misti vitið, heldur maðurin, sum hevði stungið hana, fram við at standa og hótta hana. Hóast ein nógv fólk skjótt savnaðust, so var hann ikki bangin fyri avleiðingunum – og við góðari orsøk, hevur tað seinni víst seg, tí hann er ongantíð blivin dømdur fyri álopið á Saru. Og tað kann ørkymla Saru.

LES EISINI  Iran viðgongur, at loyniliga kirkjan veksur

“Hesaferð var tað eg, men hvat nú um tað er dóttir mín næstu ferð?” spyr hon.

Í dag halda Sara og dóttirin seg burtur frá júst hasari gøtuni, har hon varð álopin. Tær kenna seg ikki tryggar, sum fyrr, men argar – tað eru tær ikki, og Sara er heldur ikki óð inn á gerningsmannin.

“Eg havi langt síðani fyrigivið honum, og biðji javnan fyri honum. Mín vón er at Gud vil nema hansara hjartað,” sigur hon við einum smíli og heldur fram:

“Eftir álopið er mítt samband við Jesus vorðið enn sterkari. Eg veit ikki heilt hví og hvussu, men eg havi merkt, at hann hevur verið við mær allan vegin. Eg merki ein innara frið og kærleika, og eg gleðist yvir, at um onkur vil drepa meg fyri mína trúgv – so má tað merkja, at eg havi ein stóran Gud!”

*Sara er ikki hennara veruliga navn.

Kelda: Opendoors.dk

LES EISINI  Leah ikki leyslatin enn

Skrivað: Jens Linde

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina