Nigeria: Hótta við at avrætta fleiri kristnar gentur

Islamistiski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hóttir við at drepa 15 ára gomlu Leah Sharibu, saman við ungu jarðarmóðrini Saifura Khorsa. Leah varð rænd í februar saman við hópum av øðrum gentum, sum tó allar sluppu leysar seinni. Einans Leah varð eftir, tí hon noktaði fyri at avnokta trúnna á Kristus.

Boko Haram hevur ásett eina 30 daga freist, sum nú er við at vera nádd. At álvari er í hóttanini, skilst av tí, at Boko Haram drap eina 25 ára gamla jarðarmóður frá Reyða Krossi 16. september, og síðani sendi eitt videobrot av avrættingini út.

Foreldrini hjá Leah stríðast saman við kristnum bólkum kring heimin fyri, at hon verður leyslatin. Samstundis ákæra foreldrini og mong onnur í Nigeria stjórnina fyri at gera alt ov lítið fyri at verja tey kristnu í landinum móti Boko Haram.

Kelda: Udfordringen

LES EISINI  Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina