Asia Bibi sloppin úr Pakistan

Fríkenda kristna kvinnan er endiliga fræls í Kanada eftir tíggju ár í fongsli og níggju ár við einum deyðadómi yvir sær fyri gudsspottan.

Tað er verjin hjá Asia Bibi, Saif ul-Mulook, sum hevur váttað fyri CNN, at hon er komin til Kanada, har børn hennara hava bíðað eftir henni.

Asia Bibi varð ákærd fyri gudsspottan í 2009 og dømd til deyða árið eftir. Í oktober í fjør varð hon fríkend av hægstarætti í Pakistan, og tað elvdi til ógvisligan ófrið í landinum. Tey víðgongdu hóttu bæði Asia Bibi og hægstarættardómararnar eftir lívinum.

Eftir fríkenningina hevur Asia Bibi búð á fleiri loyniligum støðum í Pakistan við trygdarverju, men nú er hon so sloppin út úr landinum. Pakistanskir tænastumenn hava eisini váttað, at Asia Bibi er farin av landinum.

– Asia Bibi er farin av landinum. Hon er ein frælsur persónur og fór eftir egnum vilja, sigur ein kelda í uttanríkisráðnum við pakistansku netavísina dawn.com.

LES EISINI  Fólk í milliónatali í Kina koma til Kristus, hóast atsókn og kúgan

Gleði og lætti

Ed Brown, aðalskrivari í Stefanusalliansuni í Noregi, sigur, at hetta eru sera góð tíðindi.

– Asia Bibi hevur sitið í fongsli í tíggju ár, níggju av teimum við einum deyðadómi. Vit eru ótrúliga glað fyri, at hon nú er sloppin úr Pakistan. Tað er eisini ein lætti, sigur Brown í eini grein á heimasíðu teirra.

Stefanusalliansan hevur samstarvað við persónar og felagsskapir í Pakistan, sum hava hjálpt Asia Bibi í fleiri ár.

– Málið hevur upptikið okkum so leingi. Vit eru glað fyri, at hægstirættur í Pakistan vardi týdningarmiklar rættargrundreglur og fríkendi hana, hóast harða mótstøðu. Vit eru eisini glað fyri, at myndugleikarnir í Pakistan hava syrgt fyri trygd hennara í landinum og nú hava loyvt henni at fara, sigur Brown.

Óttast hevndaratgerðir móti kristnum

Aðalskrivarin vónar, at tíðindini um útferðina ikki elva til nýggjan ófrið.

– Enn er ov tíðliga at siga, hvørjar avleiðingarnar verða fyri pakistansk kristin. Vit mugu vóna, at tað hevur lagt seg og at útferðin hjá Bibi ikki hevur hevndaratgerðir við sær móti kristnum, sigur Ed Brown.

LES EISINI  Kina: 344 prestar undirskrivað trúaryvirlýsing

Saif ul-Mulook, verji hjá Bibi, heldur, at mótmælini og deyðshóttanirnar, aftaná at Bibi varð fríkend, ikki umboða hugburðin hjá meirilutanum av fólkinum í Pakistan, men stavar frá einum lítlum bólki av víðgongdum.

– Tey eru fá, men hoyrast sera væl og eru sera harðlig. Tey kalla seg muslimar, men eg vil ikki siga, at tey eru tað, segði hann við Kristelig Pressekontor, tá hann vitjaði í Noregi í februar.

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina