Kristin ganga á odda við kravinum um fólkaræði

Í fleiri mánaðir hava hundraðtúsundtals mótmælisfólk fylt gøturnar í Hong Kong við kravinum um fólkaræði. Ofta syngja tey kristnar sangir, og fleiri av leiðarunum eru játtandi kristin.

Fyri at skáka sær undan forboðnum hjá myndugleikunum móti mótmælisgongum kom ein stórur bólkur saman til eina ”átrúnaðarliga samkomu” á einum fótbóltsstadion næstseinasta leygardag, skrivar svenska blaðið Dagen.se. Tað krevst nevniliga ikki loyvi til at halda kristin møtir, og tey sungu eisini sangin ”Sing Hallelujah to the Lord”. Men sambært APP róptu summi eisini politisk rakstrarróp við knýttum nevum.

Paraplyrørslan

APP lýsir samkomuna, sum fór fram á fimm ára degnum hjá ”Paraplyrørsluni”, at vera róliga og friðarliga. Kortini varð hon næstan beinan vegin avbrotin av løgregluni, skrivar svenska blaðið.

Mótmælisgongurnar, sum byrjaðu í Hong Kong í 2014, verða nevndar ”Paraplyrørslan” og ”Paraplykollveltingin”. Høvuðsendamálið er at tryggja frælsisrættindini í Hong Kong.

Mótmælisfólkini stríðast millum annað fyri at kunna velja onnur politisk valevni enn tey, sum stjórnin í Beijing frammanundan hevur góðkent. Løgreglan spjaddi samkomuna á ítróttarøkinum, men seinni um dagin komu mótmælisfólkini saman mitt í Hong Kong, har tey vórðu møtt av vatnkanónum.

LES EISINI  World Watch List nr. 2 - Afganistan

Syng halleluja

Mótmælisgongurnar í Hong Kong eru merktar av kristnum aktivistum, sum bæði hava fingið tey mongu mótmælisfólkini at syngja kristnar sangir – og til at rudda upp eftir sær. Sangurin ”Sing Hallelujah To The Lord” frá 1974 er nærum vorðin ein óalmennur tjóðsangur í Hong Kong.

Tey meira enn sjey milliónir fólkini í fyrrverandi bretsku koloniini eru ill um harðskapin hjá løgregluni. Tey óttast eisini fyri, at Hong Kong missir síni frælsisrættindi, og at borgararnir verða offur fyri miðvísu kúganini hjá kinesisku stjórnini móti kristnum. Tí hótta mótmælisfólkini við at syngja tann kristna sangin, sum tey vita, at myndugleikarnir hata, verður sagt á uppsløgum í sosialu miðlunum.

Umframt “Sing Hallelujah” hava mótmælisfólkini sungið “Do you hear the people sing” úr sangleikinum “Les Miserables”.

– Sangurin sissar, greiddi katólski presturin Timothy Lam Fox News frá í juni. – Løgreglan hevði hópin av útgerð, hon var alspent og leitaði uppi á fólki. Men tey lesandi sungu henda sangin fyri at vísa, at tey vóru friðarlig.

LES EISINI  Í dag verður World Watch List lagdur fram. Tú kanst fylgja við her

Trúgvin gevur fólki í Hong Kong íblástur, slær ein annar prestur fast.

– Trúgv okkara gevur okkum dirvi, álit og vón ímóti hesum ónda stjórnarvaldi, segði pastor David Cheung við New York Times í juni.

Í Kina hava myndugleikarnir nú sensurerað tíðindini um mótmælini í Hong Kong og teir báðar sangirnar, so hvørki av hesum er at finna á internetinum.

Leiðarar handtiknir

Næstseinasta fríggjadag vórðu fleiri av leiðarunum í Paraplyrørsluni handtiknir. Ein av teimum var tann 22 ára gamli lesandi Joshua Wong, sum hevur lisið á einum kristnum universiteti í Hong Kong. Wong varð longu í 2014 afturhildin av løgregluni. Í fjør varð hann tilnevndur til friðarheiðursløn Nobels.

Hesaferð varð Joshua Wong leyslatin aftur sama dag. Síðani skrivaði hann á Twitter, at myndugleikarnir við handtøkuni hava svarað ynskinum um dialog við ”lurkum, táragassi, gummikúlum og hóphandtøkum”.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina