Eitt páskaregg til tykkum: Nýtt videolag frá Hiddi 

Pálmasunnudagur ber við sær eitt heilt serligt páskaregg til allar okkara lesarar! Vit hava nevniliga framleitt eitt nýtt videolag við sanginum “Tú gavst títt lív á Golgata,” sum vit í dag kunnu gleðast um at almannakunngera. 

Hesin vakri lovsangur er skrivaður av Hildibjarti Højgaard, sum millum vinir verður kallaður Hiddi. Hildibjartur Højgaard, sum býr í Aabenraa, hevur seinastu árini givið løg út á Spotify undir navninum Hiddisong. Sangurin hevur ligið á pallinum eina stutta tíð, men nú fær hann enn meira lív við føroyska videolagnum. 

Tað var fyrst í mars mánaða, tá Hiddi vitjaði heima í Føroyum, at Trúboðin skipaði fyri upptøkunum til videolagið. Nú kunnu vit so fegnast um, at klárt er at vísa tað fyri øllum! 

Sangurin hevur eitt djúpt andaligt innihald, har boðskapurin um Jesu fullgjørda frelsuverk kemur greitt til sjóndar. Orðini minna okkum á, at okkara syndir eru goldnar, og at Jesu rættvísi ger okkum frí. “Verkið er fullgjørt,” hoyrist aftur og aftur sum ein sannleiki, sum vit kunnu hvíla í. 

LES EISINI  Al Dente syngur: ”Hjá Jesusi fann eg tann friðin”

Vit gleðast um at kunna luta hetta videolag við tykkum og vilja samstundis ynskja tykkum øllum ein vælsignaðan pálmasunnudag! 

Hygg eftir videolagnum omanfyri. 

Tú gavst títt lív á Golgata  
– verkið varð fullgjørt. 
Hvør ein synd tá goldin varð,  
lóg Guðs gjøgnumførd.  

Í Himlinum tað stendur fast  
– verkið er fullgjørt.  
Hesi orð frá krossinum  
lýsa altíð bjørt.  

Jesus, títt fullgjørda verk 
frían heilt meg ger.  
Takk, í rættferð tíni eg  
klæddur standi her.  

Mítt besta telur ikki við, 
nei, bert títt verk – fullgjørt.  
Frelsan hvílir bert á tær  
– takk, tað er so stórt. 

Jesus, títt fullgjørda verk 
frían heilt meg ger.  
Takk, í rættferð tíni eg  
klæddur standi her.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina