Eitt spennandi og gevandi samstarv

Í døgunum frá 26. til 29. oktober savnaðust norðurlendskir barnaráðgevar í Føroyum til árligan fund hjá norðurlendska sunnudagsskúlanetverkinum, sum verður stytt NSN.

NSN er eitt samstarv millum barnaráðgevar í Føroyum, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Tey møtast eina ferð árliga til ráðstevnu, og triðja hvørt ár hava tey víðkaða ráðstevnu, har barnaráðgevarnir kunnu bjóða onkrum aftrat við til ráðstevnuna. Í ár vóru tey fimm, sum møttust.

Marjan Nielsen, barnaráðgevi, greiðir frá, at tey eru saman fyri at stimbra hvørt annað.

– Tá ið vit eru saman, so tosa vit um, hvat vit hvør í sínum lagi arbeiða við, vit hava bíbliutímar og tosa um hugskot. Eisini hava vit framløgur hvør sær um arbeiðið og støðuna í okkara landi, og so skifta vit orð um tað. Tað er spennandi at hoyra, og tú kanst siga, at vit njóta gott av royndunum hjá hvør øðrum, sigur Marjan.

 Umrøða ymisk evni

– Tú fært eina breiðari samstarvsflatu og meira møguleikar við at vera við í einum tílíkum netverki. Tí hetta netverkið er ikki bara, tá ið árligi fundurin er, men vit samstarva eisini millum fundirnar, til dømis gjøgnum teldupost.

Marjan sigur, at evni, sum tey umrøða, kunnu til dømis vera, hvussu vit standa okkum í tíðini, sum er, tí at vit síggja eitt sekulariserað samfelag, har fólk hava ein opinleika fyri at lurta eftir øllum og taka tað burturúr, sum teimum hóvar.

 Jesus í familjuni

Evnið fyri ráðstevnuna hesaferð var “Jesus í familjuni”.

– Vit høvdu fleiri bíbliutímar. Ovi Brim hevði ein tíma um Jesus í familjuni, Øssur Kjølbro hevði ein um dópin, og Kristian Martin Petersen hevði ein tíma um avbjóðingar og møguleikar við at menna eitt nýtt ættarlið til lærusveinar. Eisini vóru vit øll til altars í Sjóvar kirkju, har Símun Jacobsen hevði eina andakt, og har vit fingu greitt frá um sunnudagsskúlan í Kirkjuhúsinum á Strondum, sigur Marjan til seinast.