Eitt stórt stig á leiðini

Gávurnar, sum komu inn til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík í juli mánaði, eru eitt stórt stig á leiðini. Í juli komu nevniliga ikki minni enn 1.085.157 krónur inn í gávum. Hetta merkir, at umleið helvtin av neyðuga peninginum til at fullføra fyrsta byggistig, nú er savnaður inn. Enn vantar tó nógv í upphæddini, sum krevst fyri at fullføra alla verkætlanina.

Stóri vøksturin í juli í mun til undanfarnu mánaðirnar kemur serliga frá eini stórari gávu, har ein einstaklingur hevur latið eina millión krónur til útbyggingina av Leguhúsinum. Men nógvar aðrar góðar gávur eru eisini latnar til útbyggingina.

Føstu gávurnar frá 183 føstum gevarum til útbyggingina eru nú (pr. 9. august) 57.825 krónur um mánaðin. Tað eru føstu gávurnar, sum eru avgerandi fyri, hvørt øll verkætlanin verður fullførd, ella um bara fyrsta byggistig verður gjørt fyri fyrst.

Tilsamans eru góðar 1,7 milliónir krónur savnaðar inn higartil, og hetta er umleið helvtin av tí, sum skal savnast inn til fyrsta byggistig. Fyri at byggja nýggju høllina er tørvur á 3,4 milliónum, og fyri at fullføra alla verkætlanina skulu 15,4 milliónir savnast inn. Aftrat hesum kemur peningur, sum Heimamissiónin átti avsettan til útbygging av Leguhúsinum.