Eitt stórt upplivilsi
Telefonin ringdi, og eg fekk eina heilsan frá einum góðum vini, sum lá sjúkur. Kona hansara segði, at maður sín ógvuliga fegin vildi hava meg at koma at vitja seg, tí hann var so sjúkur. Hugsanirnar bylgdust í sinni mínum, 53 ár og nívdur av krabbameini. Eg hugsaði: Hvat skal eg siga við ein deyðsjúkan mann?
Vit fóru avstað. Kona mín koyrdi, tí eg sjálvur eri sjúkur. Hann lá stillisligur í song síni, og fyrsta, vit komu innum, sóu vit, at hann var deyðamerktur. Meðan vit sita hjá honum, síggja vit, at hann vil siga okkurt.
”Eg havi havt eitt undurfult upplivilsi,” byrjaði hann at siga frá. ”Triðja jóladag misti eg vitið. Eg sá Jesus koma og taka meg. Hann kom í eini stórari eldsúlu, klæðini vórðu fullkomiliga brend burtur av mær, og eg varð latin í ein gyltan klædning og fekk nýggjar skógvar á føturnar.
Tá ið eg var komin inn í himmalin, kom pápi ímóti mær og beyð mær vælkomnum, og eg kendi aftur mong menniskju, sum vóru deyð í trúnni á Jesus Kristus. Tað var undurfagurt í Himlinum, og øll vóru glað, men eg sá eisini menniskju verða koyrd út í eldhavið. Ein stórur skari var savnaður um Jesus, og eg kendi meg so væl har, at tað kann ikki sigast við orðum.
Tá ið eg hevði verið í Himlinum eina løtu, kom Jesus til mín og segði: ”Tú mást fara niður aftur á jørðina, tí har er nakað at gera hjá tær fyri meg. Ja, tú hevur eitt stórt verk at útinna.” Eg gjørdist harmur, tí tað var so gott at vera í Himlinum; men knappliga lá eg aftur her í song míni. Og nú liggi eg bert og bíði eftir, at Jesus kemur at taka meg heim til Himmals. Hann hevur tikið allan ótta frá mær. Nú er tað bert eitt, eg vil: Siga tað fyri øllum menniskjum, sum eg komi í samband við: Jesus er ein veruleiki. Tí ræður um at taka ímóti hansara innbjóðing. Nú liggi eg og gleði meg at koma heim til Himmals.”
Meðan eg siti, fær myndin eitt størri umhvørvi: Tú skalt skriva hetta niður. Við skrivimaskinu tíni kanst tú náa milliónum av menniskjum. Sjálvur havi eg – seinastu tíðina – tvær ferðir verið fluttur á sjúkrahús við ongum viti. Eg ivist ikki í, at eg skuldi koma heimaftur, og at Ovi eina løtu skuldi uppliva Himmalin, fyri at vit skuldu rópa til onnur: ”Jesus Kristus er ein undurfullur veruleiki.” Nú fært tú, sum lesur hetta, kyndilin handaðan. Vilt tú handa hann víðari og rópa: ”Jesus er ein livandi veruleiki?”
Skunda tær at gera upp, so tú, ið hetta lesur, kanst vera ferðabúgvin.
Adrian Johansen