Eitt suð við vón

Vit høvdu leitað okkum oman í høllina hetta illfýsna heystkvøldið, har vit vóru møtt við hugnaligari ítróttarhøll, ljóssett við vøkrum ljósi og einum bergtakandi skíggja, sum fylti allan pallin, og sum gjøgnum alt kvøldið setti dám á.

Hóast vindurin ýldi uttanfyri, vóru vit leidd við einum suði framvið og yvirum Jordanánna fram at Jeriko múrum. Við frálíkum tónleiki og sangi raplaðu hesir múrar, og gospelsangurin fylti vøkru ljósprýddu høllina. Við løgum frá Andrae Crouch í nýmótans hami og lovsangsklassikarum kryddaðir við Händel, vórðu vit leidd á himmalskar leiðir og vónina “Soon and very Soon”.

Hendan framúr góða løtan í høllini varð sera passandi endað, við dansandi gentum og gleði útyvir pallkantin, við “Joyful, Joyful”. Ikki sørt, at tankarnir fóru aftur til nunnurnar í “Halløj i Klosteret” og góða gamla Beethoven.

Ein góð og rørandi løta hetta kvøldið, og má viðganga, at eg gamla rockrotta, tá eg kom heim aftur, fór at leita fram gomlu fløgurnar við Crouch og Oslo Gospel Choir.

Eri takksamur fyri at hava verið til tílíka løtu, og vil takka Suð fyri at spreiða gleði og ljós.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina