Eldra ungdómslegan í august: “All in!”

Síðsta vikuskiftið áðrenn skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, er sum vant ungdómslega fyri tey, ið eru 17 ára gomul ella eldri. Hesaferð er heitið á leguni “All in!”, og sjóneykan verður ikki minst sett á at tæna Jesusi í gerandisdegnum.

Út frá evninum fyri leguna verða hesir bíbliutímarnir: Pól Johannessen, trúboðari, talar um evnið “Kallað at fylgja”, Jonleif Danielsen talar um evnið “Kallað at tæna”, og Jeffri og Morid Johannesen tala út frá kendu orðunum hjá Jeremia profeti “Her eri eg – send meg!” Harumframt verða leygardagin nakrar meira praktiskar breytir um tænastu uppá allar møguligar kreativar mátar.

Tað er eisini í samsvari við evnið, tá lovsangsløta verður leygarkvøldið við vitniløtu, har fokus er á, hvussu Gud kann brúka okkum, tá vit lova honum framat.

Annars er alt tað á skránni, sum hoyrir til eina 17+ legu: Nógvur hugni, festlig spøl, tónleikur, avslapping og góður matur.

Legan kostar 475 krónur fyri hvønn (umframt avgreiðslugjald uppá 10 krónur til tilmeldingarskipanina). Tekning fer fram her.

LES EISINI  Tekningin til Kvinnutingið 2020 er opin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina