Eliaskirkjudagur fyri fyrrverandi og núverandi EK’arar
Leingi hava fleiri hugsað: hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at gjørt eitt tiltak fyri gamlar EK’arar, so at mann kundi møtt hvørjum øðrum aftur og prátað um gamlar dagar?
Tað hava vit í Eliaskirkjuni eisini hugsað er eitt frálíkt hugskot, og tí hava vit tikið stig til Eliaskirkjudagin 2023, sum verður í Tabor á Toftum 1. juli frá kl. 17, og sum bæði er fyri núverandi og fyrrverandi EK’arar.
So tak ein EK’ara ella tveir við til Eliaskirkjudagin, sum verður fyltur við góðum felagsskapi, andakt, nátturða, hugleiðingum og sum endar við einum møti kl. 20, sum núverandi EK’arar skipa fyri.
Neyðugt er við tilmelding fyri at vita, hvussu nógvur matur skal gerast. Tilmelding fer fram við at trýsta á “deltager” á tiltakinum á facebook undir heitinum “Eliaskirkjudagurin 2023” ella við at senda eini SMS-boð til tlf: 297368
Skráin:
Kl. 17:00: Vælkomin
Kl. 17:15: Hittast og heilsast
Kl. 17:45: Andakt við Sverra Steinhólm
Kl. 18:00: Nátturði
Kl. 18:30 Alfred Petersen hugleiðir um sína tíð í Eliaskirkjuni
Kl. 18:45: Atli Rasmussen hugleiðir um sína tíð í Eliaskirkjuni
Kl. 19:00: Heðin Arge hugleiðir um sína tíð í Eliaskirkjuni
Kl. 19:10: Enda við bøn
Kl. 19:15: Kaffi
Kl. 20:00: Felagsmøti, sum Eliaskirkjan skipar fyri. Torgeir Petersen talar og Ovi Brim hugleiðir um sína tíð í Eliaskirkjuni.
Vinarliga Torgeir Petersen, formaður