Elsta kleystrið í Irak lagt í oyði

Fylgisveinamyndir vátta, at elsta kleystrið í Irak, Sankta Elias kleystrið í Mosul, er lagt í oyði. Tað er enn ikki váttað, hvør hevur oyðilagt kleystrið, men nógv bendir á, at tað er Islamiskur Statur (IS), sigur tíðindastovan Associated Press, sambært Dagen.no.

Kleystrið varð bygt í ár 590 og hevur verið í brúki í umleið 1.400 ár.
– Bulldosarar og onnur tung útgerð, og møguliga spreingingar, hava verið brúktar at broyta grótveggirnar til gráhvítt dust. Teir hava oyðilagt tað fullkomiliga, sigur Stephen Wood frá Allsource Analysis.
Kleystrið var bygt á einum heyggi við Mosul. Tað var 2.500 fermetrar og var bygt av gróti og mørtli. Takið manglaði, men kleystrið hevði 26 rúm, millum annað eitt heilagt kamar og eitt kapell. Nú er alt burtur.
– Okkara kristna søga í Mosul er vorðin oydd á ein barbariskan hátt. Vit meta hetta sum eina roynd at reka okkum úr Irak, útstrika og enda okkara tilveru í hesum landinum, sigur katólski presturin í Arbil, Paul Thabit Habib.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at kleystrið í Mosul hevur verið fyri álopi. Í 1743 vórðu 150 munkar avrættaðir av einum persiskum generali, tí teir ikki vildu konvertera til islam, og í 2003 varð ein veggur kleystrinum oyðilagdur, tá hann varð raktur av pørtum av einum stríðsvogni, sum varð sprongdur í luftina.
Meira enn 100 átrúnaðarlig og søgulig støð eru rænd ella oyðiløgd í Irak og Sýria, millum annað kirkjur, moskur, gravir og aðrir átrúnaðarligir halgidómar.