Emmaus 100 ár
Í gjár, 12.desember, vóru 100 ár síðani Emmaus varð vígt og tikið í nýtslu. Fyrstu 85 árini í gamla Emmaus, og síðani tey seinastu 15 í nýggja Emmaus, sum varð bygt beint undir liðini á gamla Emmaus.
Tað var Alfred Petersen, ið saman við øðrum byrjaði arbeiði, sum seinni hevur verið eitt andaligt heim fyri nógv í Klaksvík.
Tað munnu verða nógv, ið minnast sunnudagsskúlarnar í gamla Emmaus – umframt jólafestirnar, sum vóru hildnar fyri børn.
Umframt sunnudagsskúla, so hevur møti verið hvørt sunnukvøld og bíbliutími hvørt mikukvøld. Fríggjakvøld hevur ungdómsmøti verið á skránni seinastu mongu árini.
Í 2005 varð farið í nýggja Emmaus. Eitt nýtt hús, sum sjálvboðin í samkomuni tóku sær av. Hvørt mánakvøld í fleiri ár møttu menninir í Emmaus trúfastir upp fyri at gera húsið liðugt. Hetta var nakað, sum styrkti um felagsskapin millum menninir. Og tá liðugt var at arbeiða so var altíð borðreidd við einum góðum drekkamunni. Seinnu árini – eftir at Emmaus varð liðugt – hava menninir í Emmaus hitst týsmorgnar til andakt og ein drekkamunn.
Fyrstu árini í nýggja Emmaus var bert niðara hæddin brúkt. Meðan niðara hæddin varð brúkt, so var arbeidd hvørt mánakvøld fyri at gera ovaru hæddina lidna. Og tað er eisini í erva at salurin er í dag.
Í kvøld verður møti í Emmuas við Jóhan Henriksen, sum í nógv ár var formaður í stýrinum í Emmuas. Greitt verður eisini frá arbeiðið byrjaði. Kvinnukórið í Emmuas syngur eisini nakrar sangir.
Møti hoyrist eisini á Starabúrinum FM 98,7 og á stream. fo. Ein leinkja verður løgd út á stream. fo beint áðrenn møti byrjar, har man kann síggja møti.
Trúboðin ynskir Emmaus hjartaliga tillukku við degnum.