Endurnýggjaði myndina á SUNNUDAGSBLAÐNUM

– Sunnudagsblaðið er eitt lítið blað, sum Kirkjuliga Heimamissiónin hevur givið út í 80 ár, og sum enn verður borið út um alt landið. Tað sigur Leivur Nygaard á Tvøroyri. – Karl Hansen, sáli, var blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í mong Harrans ár. Eg og Karl vóru næstan grannar á Tvøroyri; og vit kendust. Eg fekst nakað við at tekna, og ein dagin, eg hugsi, tað var um aldarskiftið, fyri umleið 20 ár síðani, kom Karl til mín og spurdi, um eg kundi endurnýggja myndina á Sunnudagsblaðnum. Eg ivaðist, tí Sigmund Petersen, listamálari, hevði teknað mynduna, sum var ovast á forsíðuni á blaðnum. Eg lovaði kortini at royna, og Karl var nøgdur, og er tað myndin, sum stendur á blaðnum enn.

-Myndin ímyndar Jesus og lærusveinarnar á vatninum og serliga, tá Pætur skuldi ganga á vatninum, men sakk, og Jesus tók í hann. Myndin er nærum tann sama, men eg endurnýggjaði hana og gjørdi hana meiri føroyska,- sigur Leivur Nygaard.

LES EISINI  Jørgen verður trúboðari millum túrar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina