Enn ein sangur eftir Stuart Townend á føroyskum

Mikukvøldið varð boðið  til felagssang í Skála kirkju. Undir tiltakinum luttóku staðbundin við nøkrum sangum. Tú kanst hoyra nýggju týðingina av sanginum” Holy Spirit, Living Breath of God” á hesum video.

Ikki undrar tað at bretsku, sangfólkini, Keith Getty og Stuart Townend, hava skrivað bæði orð og lag. Hesir báðir sálmasmiðir hava latið úr hondum bestu og mest sungnu sálmar í hesi øld, sungnir bæði av børnum, ungum og gomlum runt allan knøttin.

Tað er eisini galdandi hjá okkum í Føroyum, har sangir sum “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert mín vón er bygd”, eru, millum aðrar, teir mest sungnu og best dámdu. Ella, “Mín hirði góður Harrin er.”

Tað er Erla Berghamar, ið týtt hevur “Holy Spirit, Living Breath of God” til føroyskt.                   

Elsa Fonsdal Mikkelsen syngur sálmin. Heðin Poulsen spælir gittar og Carsten Fonsdal Mikkelsen klaver. 

LES EISINI  Møti við Jógvani Højgaard og monnum úr Hvalba og Tvøroyri
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina