Enn eitt PODAS ár endað, við gudstænastu í Vestkirkjuni

Nú takki Guði øll, við hjarta, munni hendi. Lovsangurin rungaði í Vesturkirkjuni, tá ið umleið 80 PODAS næmingar umframt lærarar úr øllum landinum týskvøldið høvdu sett stevnu til gudstænastu í Havn sum felags endi á skúlaárinum.

Bøkur eru lisnar, bíbliuvers eru terpað, og undirvísing frá einum heilum skúlaárið er umsett til notatir í sermerktu notatbókini hjá næmingunum.

Hæddarpunktið á gudstænastuni plagar at vera fótatvátturin, tá ið næmingarnir vaska hvørjum øðrum um føturnar. Hetta er eitt tekin um ta tænastu, sum næmingarnir nú traðka inn í. Orsaka av smittuvanda, so var ongin fótatváttur í ár. Prædikuteksturin var kortini, sum hann plagar at vera, um tá ið Jesus tváaði lærusveinunum um føturnar. Tað var Atli Rasmussen úr Klaksvík, sum talaði. Hann legði dent á, at tað fyrsta, sum vit skulu læra av Jesusi er eyðmýkt í tænastuni.

Síðani talaði hann um týdningin av at verða tváaður av Jesusi. – Tú ert ikki eitt Guds barn, tí tú angrar tínar syndir, men einans tí at hann tváar teg reinan. Tú hevur tørv á at fáa lut í Jesu frelsuverki, sum hann hevur vunnið á krossinum fyri allar syndarar, segði Atli Rasmussen, áðrenn hann endaði taluna við at siga, hvussu Jesu fótatváttur minnir okkum á at hava Jesus sum fyridømi.

LES EISINI  PODAS-toymi aftur til Íslands mitt í november

Eg veit ikki, um tú onkuntíð kennir teg ov týdningarmiklan til eina ávísa tænastu. Men, um tað var nakar, sum var ov týdningarmikil til at tváa lærusveinunum um føturnar, so var tað Meistarin.

Aftaná prædikuna var møguleiki at fáa forbøn, meðan Jón Magnus Joensen spældi smáar lovsangir á flyglinum. Onnur nýttu høvið til at tendra eitt ljós. Síðani var altargangur.

Eftir próvhandanina  endaði gudstænastan, og næmingarnir og lærararnir hildu á við hátíðarhaldinum við at eta saman í bowlinghøllini.

Ásbjørn Jacobsen úr Leirvík, sum er skrivari i PODAS, sigur, at uml. 95 næmingar hava luttikið í undirvísingini í tilsamans 11 flokkum. – Fólk eru væl nøgd sigur hann, og vísir eisini á onnur øki, har PODAS er við at menna seg. M.a. er eitt forlag stovað, og í løtuni verður arbeitt við einum nýggjum tilboðið, sum verður kallað PODAS 3+. Um hetta tilboð verður veruleiki, so verður tað málrættað fyrrverandi PODAS næmingum sum sakna eitt forum, har tað ber til at møtast fyri at tosa um trúgv, lív og læru.

LES EISINI  Podas: ein spennandi kristin skúli, sum nú verður á netinum!

Gevur brenni til ‘motorin’

– Eg vil viðmæla øllum at fara á PODAS lærusveinaskúla – tí her hevur tú møguleika fyri, í góðum andaligum felagsskapi,  saman við brøðrum og systrum, at fáa sera góða bíbilska undirvísing, deila trúgv, læru, viðgera bíbilsk evnir og at hava gevandi orðaskiftir. Soleiðis sigur Asbjørn Mikkelsen av Skála, sum hevur tikið bæði PODAS 1 og PODAS 2 á Strondum. – Stutt sagt: Ein góður felagsskapur, sum er við til at menna ein í trúnni, og sum gevur áfylling til at bera víðari missiónsboðini.  Stutt sagt: Gevur brenni til ‘motorin’.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina