Enn eitt væleydnað jólaborðhald fyri hjún

Í gjárskvøldið var ein full høll á Hotel Føroyum aftur karmur um árliga jólaborðhaldið fyri hjún, sum Eindin, familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skipaði fyri.

Ásbjørn Berthelsen og Holgar Johannesen vóru vertir og leiddu borðhaldið gjøgnum eina sera fjølbroytt skrá við bæði álvara og gaman, sum nevndin í Eindini hevði lagt til rættis. Høvuðsevnið var samskifti í hjúnalagnum, og tað varð dentur lagdur á á ymiskan hátt. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hugleiddi breitt um evnið, við sínum eyðkenda hugfarsliga stíli.

Eisini kom Hilmar Jan Hansen framvið og skemtaði, og sjálvandi kundi hann ikki halda sær at herma eftir bæði biskupi og øðrum prestum.

Sangframførslurnar vóru eisini fjølbroyttar. “Tær fýra”, sum eru kendar frá Frelsunarherinum í Havn, við orkestri, sungu, eins og Jórun Pólsdóttir. Sangskráin fevndi um bæði inniligar og eitt sindur lívligari sangir, bæði kærleikssangir, jólasangir og andligir sangir.

Her eru nakrar myndir, sum Erla Mortensen tók við fartelefonini.

LES EISINI  Umrokeringar í starvsfólkahópinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina