Enn eru pláss eftir til 60+dagin 23. mars
Leygardagin 23. mars verður 60+ dagur í Nesvík á fimta sinni. Hetta er, sum navnið sigur, ein hugnaligur og gevandi dagur fyri tey, ið eru 60 ár og eldri. Fitt av tilmeldingum eru komnar, men enn eru pláss eftir, og tekningarfreistin er 18. mars. Pláss er fyri 200 fólkum, og kostnaðurin fyri dagin er 300 krónur.
Dagurin byrjar kl. 9.30 við móttøku og morgunbita, og umleið kl. 16.00 verður tikið samanum. Harímillum verða fleiri áhugaverd evni viðgjørd, ein góður døgurði etin, umframt góð tíð til prát og hugna.
Fulla skráin er henda:
Kl. 09.30 Móttøka og morgunbiti
Kl. 10.30 Morgunandakt
Kl. 11.00 “Livir tú lívið, ella livir lívið teg?”
Henning Bøgesvang, prestur, viðger evnið
Felagssangur/ rørsla
Kl. 13.00 Døgurði, omaná og kaffi
Kl. 14.00 Leila á Lofti sigur frá undir heitinum:
“Sum ein berføtt sál millum neyt, fílar og 33 mill. aðrar gudar”
Kl. 15.00 Felagssangur
Kl. 15.45 Taka samanum
Kl. 16.00 Liðugt
Tilmelding í seinasta lagi 18. mars 2019 við at trýsta her (tá rindar ein samstundis)
ella við at ringja á telefon 470000 (gerandisdagar millum kl. 9 og 12, fríggjadag tó til kl. 15)