Enskur páskasangur umsettur

Seinastu árini er sangurin ”Christ is risen, he is risen indeed” vorðin umsettur til alsamt fleiri mál, og nú er hann eisini umsettur til føroyskt. Signar á Reynatrøð úr Leirvík hevur umsett tekstin, sum upprunaliga er ein gomul kristin heilsan, sum nógvar kirkjur kring heimin enn nýta páskamorgun. Føroyska heilsanin ”Hann er upprisin! Ja, sanniliga er hann upprisin!” passar ikki til lagið, men tað er eydnast Signari at fáa týdningin í heilsanini við, sum í sanginum ljóðar: Jesus livir – hann upprisini er!

Her á trubodin.fo sita vit spent og vóna, at onkur fer at senda okkum upptøkur, har tit syngja sangin.

Keith og Kristyn Getty fortelja um sangin, at tey vildu skriva ein sang, sum bygdi eina brúgv millum, hvussu ivasamir og vónbrotnir lærusveinarnir vóru leygardagin áðrenn páskir, og hvussu glaðir um uppreisnina teir vóru dagin eftir. – Tað eru tíðir í lívinum, har eg kensluliga ella andaliga stríðist í trúnni, og tá er uppreisnin tað, eg kann byggi lív mítt á, fortelur Keith Getty.

Nú ber til at fáa atgongd til ta føroysku umsetingina á mission.fo, og hon er klár er verða sungin um alt Føroyaland á páskum.

Hoyr ta upprunaligu útgávuna av sanginum á Youtube /

Nótarnir eru til keyps á gettymusic.com

 

Jesus livir

So stórt tað er, Guds offurlamb
mær gav sítt lív sum loysigjald.
Mín sigurharri deyðan vann.
Syng, syng halleluja!

Í dimmalætting birtist vón,
og lærusveinar vakra sjón
har sóu tá sín vin og kong
Krist, Kristus upprisnan.

Jesus livir – ja hann upprisin er!
O, syng halleluja!
Syng í kór til frelsaran, Krist!
Jesus livir – hann upprisin er!

Í ráðaloysi komu teir
til trúgv á hann, ið fyri mær
og teimum við til faðir sín
bað – syng halleluja!

Nú óttin fór, og trúgvin kom.
Við dirvi boðaðu Guds son,
um náði og um ævigt lív,
lív umbroytt í Kristi.

Jesus livir – ja hann upprisin er!
O, syng halleluja!
Syng í kór til frelsaran, Krist!
Jesus livir –  hann upprisin er!

Guds kraft vit sóu páskadag,
tí fús vit fara frí avstað
við frelsuboðum hjartans glað:
“Gud, Gud mín er góður!”

Jesus livir – ja hann upprisin er!
O, syng halleluja!
Syng í kór til frelsaran, Krist!
Jesus livir – hann upprisin er! (x2)

Jesus livir!

Livir enn! (x2)
Himmalportrið opið er…

Livir enn! (x2)
Dýrdargjørdur Jesus er…