Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk

Fyrr í ár vóru harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir.
Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk,
Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk,
so at songurin tagna má,
tá ið mótið svann,
tá ið grátur rann,
og eg veit ei veg ella ráð?

Niðurlag:
Á ja, hann er nær,
eg veit, hann er nær,
hans eyma hjarta er rørt!
Tá ið náttin long er,
og leiðin trong, er
við hjálp hans armur nær.

Er Jesus nær, tá ið nátt er myrk,
og yvirhond ræðslan vann,
tá á trongu kós
ikki sæst eitt ljós,
meðan ódnin ýlir – sær hann?

Er Jesus nær, tá eg veik og fall
fyri freisting, eg stríddi mót?
Sær hann míni tár,
míni djúpu sár,
vil hann styðja snávandi fót?

Er Jesus nær, tá eg havi mist
tað, á foldum mær dýrast var?
Er hann tá ein borg
í tí djúpu sorg,
elskar hann meg tá, er hann nær?

LES EISINI  Harmonikuvinir: Søguna sig mær um Jesus
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina