Er missiónin ein spennitroyggja?

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ert tú troytt/ur av at tæna? Er tænastan fyri Jesus tað, sum gevur tær týdning og virði sum Guds barn? Um so er, so ert tú á veg burtur frá Jesusi. Tú ert í ferð  við at tæna teg burtur frá Jesusi.

Um eg ikki vaski tær, hevur tú ikki lut saman við mær”, segði Jesus við Pætur, tá hann skuldi vísa honum fyrimyndina av sínari tænastu í fótatváttinum.

Í fremstu røð kemur Jesu tænasta fyri okkum. At Jesus gav sítt lív fyri teg. Ikki, at tú gevur títt lív fyri hann. Jesu tænasta má ganga frammanfyri tíni tænastu. Annars verður tænastan skeiv.

Men kann tað ikki gera tað sama, so longi eg bara geri okkurt gott? Á einari síðu, jú. Tí næstanum tørvar tínar gerningar. Men andaliga kann hetta leiða burtur frá Jesusi. Ein leið, sum leiðir til beiskleika og endar í eginkærleika fram um næstakærleika.

Tú hevur kanska upplivað tað ella sæð tað hjá fleiri, sum byrjaðu ágrýtin í ymiskari tænastu í samkomum. Kanska ert tú ein av teimum? Tað var ikki tað ting, tey ikki ynsktu at gera fyri Jesus. Men við tíðini varð kærleikin umskiftur við beiskleika. Og so sást hvørki tænandi kærleiki til Guds ella til menniskju. Einans eginkærleiki og snúgvan um seg sjálvan.

LES EISINI  Gud spyr ikki, um tú dugir, men um tú vil

Ein sjúka er í missiónini, verði tað seg í Heimamissiónini sum rørslu ella allari kristnari tænastu. Sjúkan hevur tó ikki sín uppruna í tí ytra. Hon rennur upp í tí innara menniskjanum, sum grundleggjandi ynskir at gjalda fyri seg. Liva ikki øll menniskju á einum grundarlagi, sum eitur: Eg skal rættvísgera mína tilveru? Hví eri eg her? Hvønn mun geri eg? Hvat er tað, sum skal liggja eftir, tá eg fari hiðani? Hvat skal eg verða mint/ur fyri?

Henda skipan drívur øll menniskju, tá vit møta Gudi, vísir hon seg við, at vit ofra okkum og við tíðini gloyma Jesu tænandi offur fyri okkum. At Jesu offur fyri mína synd er tann tænastan, sum setur meg í frælsi at tæna Gudi og menniskjum. Um ikki Jesu fær tænt okkum, verður okkara tænasta skeiv og við tíðini verður Guds missión sum ein spennitroyggja.

Tá vit møta Gudi, so sum hann vísir seg í bíbliubókunum, verða vit víst á eina nýggja og betri skipan. Guds ríki er eitt upp- og niðurríki, sum inniber, at virðini venda á høvdinum. Fyri Gudi kann einans fullkomin tænasta standa mát. Um tú tí tænir fyri at fáa Guds kærleika, kanst tú slíta bæði hendur og knø, men tað bjargar tær ikki. Ístaðin má Jesu fullkomna tænasta ganga frammanfyri okkara tænastu. Síðani má hon renna ígjøgnum okkum, so Jesus fær fríað okkum til sanna gudstænastu, har vit eru sett í dagligdegnum.

LES EISINI  Alt til sína tíð

Um tú kennir teg aftur í spennitroyggju-tankanum, so steðga á og set teg niður við Jesu føtur. Lat hann fortelja tær um sína tænastu í títt stað, so gleðin aftur kann gjøgnumsúrga tína tænastu fyri Gud og næstan.

Um tú ert í leiðslu, serliga fyri ungdómi, so vís teimum á henda veruleika, at Jesu sjálvofrandi kærleiki er grundarlagið undir sannari kristnari tænastu. Varða tey frá at hata Jesus vegna skeiva raðfylgju í tænastuni.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina