Er tað sálarliga ósunt at trúgva á Gud?
Í annaðkvøld, 1.desember, verður enn eitt tiltak, sum KFS skipar fyri. Hesaferð er tað Glynn Harrison, sum er professari emeritus í sálarfrøði og psykiatri á Bristol University í Onglandi, ið hevur ein fyrilestur.
Glynn hevur kjakast nógv um trúgv, sálarfrøði og sálarsjúku og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Týskvøldið er evnið Er tað sálarliga ósunt at trúgva á gud?
Umframt ein fyrilestur, so verður eisini møguligt hjá hyggjarunum at seta spurningar.
Fyrilesturin verður sendur beinleiðis bæði á facebook síðini og á YouTube rásini hjá KFS Føroyar.
Tiltakið byrjar kl20. Sí meira kunning her.
Sást tú ikki tiltakið síðsta týsdag?
Týsdagin í farnu viku var eisini eitt tiltak. Tá var samrøða við bretsku Rebeccu McLauglin um evnið Niðurger kristna trúgvin kvinnur? Sást tú ikki tað tiltakið, so ber framvegis til at síggja tað her.
8.desember er aftur eitt tiltak á skránni. Tá verður samrøða við Tom Holland um evnið Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?