Er títt kall at verða lærari í Mongolia?

Síðani 1994 hevur Norsk Luthersk Missión (NLM) arbeitt í Mongolia. 7 fólk eru útsend til landið, og børn teirra hava tørv á einum lærara.

NLM arbeiðir serliga fyri at betra korini og rættindini hjá børnum hjá nomadum, umframt børnum við niðursettum førleikum. Hetta gera tey í tøttum samstarvi við mynduleikunum í einum landi, har einans 2% av fólkunum eru kristin.

Eisini tað evangeliska arbeiðið hevur givið frugt. Bíbliubólkar eru byrjaðir, sum síðani hava sligið seg saman og gjørt eina kirkju ”Mongolian Evangelical Lutheran Chruch” (MELC).

Men nú tørvar NLM ein lærara, sum kann undirvísa børnunum hjá teimum, ið eru útsend til Mongolia. Talan er um eitt fulltíðarstrav í 2-3 ár. Eisini ein evt. hjúnarfelagi kann fáa eitt starv – alt eftir tørvi og førleikum.

Tú kanst lesa meira um starvið á heimasíðuni hjá NLM – nlm.no

Føroysku Julianna og Silas Olufsson er millum tey, sum eru útsend. Tey eru  heima í Føroyum í løtuni, og vænta at verða aftur í Mongolia á sumri 2021.

LES EISINI  Trúboðarafamilja í Mongolia søkir eftir lærara við royndum úr føroyskum skúla
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina