Erla fer úr starvi í summar

Erla Mortensen, sum seinastu fýra árini hevur samskipað og lagt legur og onnur tiltøk til rættis, fer úr starvi í summar.

– Eg havi fingið nýtt starv sum miðlagrafikari hjá Grafia í Klaksvík, sigur Erla, sum hevur verið í starvi sum samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið í fýra ár. – Tað er fantastiskt at fáa møguleikan at vera í fulltíðartænastu. Starvið er sera fjølbroytt, og mær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Netverkið er sera stórt um alt landið, og saman bera vit boðskapin út um Jesus, besta vin barnanna – sum er okkara visjón fyri arbeiðið.

– Eg elski at vera kreativ og havi tí verið glað fyri at sleppa at gera nógvar spennandi lýsingar til okkara tiltøk og legur. Dreymurin hevur eisini verið at sleppa at arbeiða grafiskt burturav. Tá eg sá starvslýsingina hjá Grafia, valdi eg at søkja, men eg hevði ikki væntað at fingið tað. Tá eg so fekk tað bjóðað, skuldi ein stór avgerð takast, og við sorgblídni valdi eg at takka fyri meg sum samskipari.

LES EISINI  Starvslýsing: Nýggjur volontørur til Trúboðan

– Vit eru sjálvandi kedd av at skula siga farvæl við Erlu, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari. – Her skal ljóða ein hjartans tøkk til Erlu. Ikki einast fyri tað stóra arbeiðið, sum hon hevur gjørt í tíðini, hon hevur verið í starvi hjá Heimamissiónini. Men eisini fyri mátan, sum hon við síni persónligheit og sínum humor hevur verið við til at skapað trivna á skrivstovuni í Nesvík. Vit vilja ynskja henni og familju hennara Guds ríku signing á leiðini víðari, endar Andrias Magnussen við at siga, og leggur síðani afturat, at arbeitt verður við at finna eitt nýtt starvsfólk til barna- og familjuarbeiðið.

Erla heldur fram í starvinum til summarlegurnar eru komnar væl í gongd, og síðani fer hon í feriu. Erla byrjar í nýggja starvinum eftir summarfrítíðina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina