Erla nýggjur barna- og familjuráðgevi

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Erlu Mortensen í starv sum barna- og familjuráðgeva, eftir Marjan Nielsen, sum fór úr starvi um ársskiftið.

Erla er 29 ára gomul og av Kambsdali, men hevur seinastu sjey árini búð í Keypmannahavn saman við manninum, John, og teirra trimum børnum. Hon hevur áður verið í starvi sum samskipari í missiónhúsinum Thabor í Fuglafirði. Í Keypmannahavn hevur Erla millum annað verið virkin í sunnudagsskúlanum hjá Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni. Mong kenna Erlu frá egnu fyritøku hennara Erlu Perlu, sum framleiðir og selur smúkkur.

Erla byrjar væntandi í starvinum 1. september. Barna- og familjuráðgevin stendur á odda fyri Simba (barna og juniorarbeiðið) og Eindini (familjuarbeiðið), mennir og samskipar tey tilboð, sum verða bjóðað, saman við einum landstoymi av sjálvbodnum. Nýggj forkvinna í hesum landstoymi er Sigrun Mikkelsen í Sørvági. Arbeiðið er ment nógv seinastu árini, og tískil verður fyrst og fremst tørvur á at styrkja verandi tilboð, samstundis sum aðrir partar av arbeiðnum kunnu mennast, eitt nú á talgildu síðuni.