Eru evangeliini álítandi? – Beinleiðis í kvøld

Seinasta týskvøld kundu allir føroyingar fylgja við, tá John C. Lennox fortaldi um sína nýggju bók ”Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?”. Øll, ið fylgdu við, høvdu eisini møguleikan at spyrja Lennox spurningar. Mett varð, at umleið 500-700 hyggjarar fylgdu við.

Sást tú ikki samrøðuna, ber til at síggja hana her: Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?

 

Í kvøld skipar KFS Føroyar aftur fyri einum tiltaki, hesaferð er gesturin Peter J. William.

Vit lesa um Jesu deyða og uppreisn í teimum fýra evangeliunum, men kritikkarar halda ikki, at Nýggja Testamentið er nóg álítandi. Teir meta millum annað, at frásagnirnar ikki eru skrivaðar av eygnavitnum, og hetta er mangan við, til at onnur fólk fara at ivast í um Nýggja Testamentið er satt.

Peter J. Williams gav eina bók út í 2018, ið nevndist ”Can we trust the gospels?” (Eru evangeliini álítandi), og hetta fer Peter at koma nærri inná.

LES EISINI  Profetiini um Messias peika í smálutum á Jesus

Her er eitt stutt filmsbrot, har Peter greiðir frá, hví vit kunnu hava álit á evangeliunum: Eru evangeliini álítandi?

Tiltakið verður beinleiðis í kvøld klokkan 20 til 21.15. Les meir um tiltakið og finn leinkið til samrøðuna á Facebooksíðuni hjá KFS Føroyar.

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina