Etiopiskir jødar heintaðir heim til Ísraels

Tey fyrstu 181 av tilsamans 3000 falash mura-jødum frá Gondar og Addis Adeba í Etiopia lendu á Ben Gurion flogvøllinum 1. juli. Tey verða nú sameind við teirra familjur í Ísrael.

Teir etiopisku jødarnir vórðu fagnaðir og ynsktir vælkomnir við ísraelskum fløggum og tónleiki. Ráðharrin í immigratións- og integratiónsmálum Pnina Tamano-Shata var á flogføllinum og tók ímóti teimum.

Familjusamanføring

– Stjórn Ísraels og ”Jewish Agency” eru til reiðar at hjálpa nýggju innflytarunum. Saman fara vit at syrgja fyri, at okkara nýggju innflytarar loksins fáa teirra dreymar til veruleika, fáa eitt heim og koma til teirra familjur, segði Pnina Tamano-Shata í einum tíðindaskrivi.

Í november 2021 gjørdi stjórnin av at endurupptøku innflytingina av etiopum og gav tá grønt ljós til 3000 etiopum við nærum tilknýti til Ísrael.

– Nú endurupptaka vit ”operation Zur Israel”. Tilflytarar í túsundatali úr Etiopia fáa nú teirra dreymar um at verða sameind við teirra familju í Ísrael aftaná at hava verið frá hvør øðrum í mong ár. Við stuðli frá jødisku tjóðini, stjórn Ísraels og Jødiska Bureauið vilja vit fegin hjálpa við upptøku og integratión. Tað er okkara ábyrgd at hjálpa teimum, tá tey taka fyrstu fet teirra í Ísrael, segði virkandi formaðurin í Jewish Bureau, Yaakov Hagoel.

Móttøkudeplar

Nýggju etiopisku samborgararnir fáa í fyrstu syftu tak yvir høvdið í móttøkudeplum í Ísrael. Tey fáa eisini fíggjarligan stuðul og ráðgeving.
Etiopararnir skulu eisini læra hebraiskt og fyrireikast at koma út á ísraelska arbeiðsmarknaðin sum skjótast ella at byrja eina skúlagongd.

95.000 etiopar

Síðan stovnanina av ísraelska statinum í 1948 eru 95.000 etiopiskir innflytarar komnir til Ísraels við stuðli frá Jødiska Bureaunum. Í 80’unum komu 8.000 innflytarar via Sudan undir “Operation Moses”. Í 1991 var talið vorðið til 14.000 sum liður í “Operation Salomo”. 7.000 etiopiskir jødar vórðu somuleiðis heintaðir til Ísraels í 2013 undir “Operation undir dúgvuveingjum), og 2.000 eru komnir undir “Operation Zur Israel”

Tilsamans skal hetta tiltakið føra 5.000 Falash Mura-jødar til Ísraels.

Heilsan við bíbliutekstum

Amir Tsarfati, ið er leiðari í rørsluni, “Varðveitið Ísrael”, minti í einum fjarriti um tekstin hjá Jes.11,11:

Á tí degi man Harrin aftur rætta út hond sína og vinna sær aftur tær leivdir, ið eftir eru av fólki hans, úr Assur, úr Egyptalandi, úr Patros, úr Blálandi, Elam, Sjinear, Hámat og av havsins strondum.
Jes.11,11

Mangar rørslur og felagsskapir samstarva at fáa jødarnar heim aftur til Ísraels. Millum hesar er The Jewish Federations of North America (JFNA), Keren Hayesod, International Fellowship of Christians og Jews (IFCJ), International Christian Embassy Jerusalem (ICEJ) og Friends of Israel from Korea.

Hann skal reisa hermerki fyri tjóðirnar og henta saman hinar burturriknu menn úr Ísrael og savna úr heimsins fýra hornum Júdakvinnur, ið vóru spjaddar um.” Esajas’ Bog 11, 12

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina