”Evangeliska læran” – frálæra sum stutt filmsbrot
Leirvíkingurin Jón Poulsen, ið er prestur í Danmark, hevur gjørt eina røð av videobrotum uppá 10-15 minuttir hvørt, har hann greiðir frá einum evni í evangelisku-luthersku læruni. Frálæran er á donskum, og endamálið er at greina bíbilsk hugtøk, so fólk skilja tað.
Jón sigur, at hugskotið hevur búnast í eina tíð, tí at hann brennur fyri at miðla kristnu læruna.
– Í eini tíð, sum leggur sera stóran dent á, at alt skal følast væl, vil eg vísa, at bíbilska læran er ein frálíkur karmur um kristnilívið, og eg vóni, at kristin duga at síggja tað. Eg havi fyrst og fremst hugsað um fólk, ið leita á netinum eftir læru og vilja hava eitt lutherskt svar. Men brotini kunnu eisini nýtast til smáar bólkar ella sum upplegg til eitt møti, tí ætlanin er, at tað, eg sigi, skal leggja upp til djúphugsan og orðaskifti, sigur Jón.
Higartil eru 13 filmsbrot løgd alment út, og tú finnur tey savnað við at trýsta her (sjálv videobrotini standa niðanfyri á somu síðu).