Eyðstein úr starvi

Síðani 1. desember hevur Eyðstein Zachariasen verið í starvi á landsskrivstovuni í Nesvík, har hann hevur havt ábyrgdina av dagliga samskiftinum umvegis telefon og teldupost. Eisini hevur hann havt ábyrgdina av bókasøluni og nethandlinum, manna.fo. Talan hevur verið um hálvtíðarstarv.

Eyðstein er nú byrjaður í nýggjum starvi sum sølumaður hjá Bilasøluni. Eyðstein byrjaði í gjár.

Eyðstein hevur verið sera virkin hesa tíðina, hann hevur verið í starvinum, sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen. Hann hevur røkt uppgávuna sum skrivstovufólk væl. Eisini er hann sera dugnaligur sølumaður, og sølan á manna.fo hevur gingið sera væl tíðina, Eyðstein hevur verið her.

Vit vilja takka Eyðsteini hjartaliga fyri tíðina við bøn um Guds ríku signing víðari á lívsleiðini, leggur Andrias afturat.

Arbeitt verður við at finna annað fólk til skrivstovuna.

LES EISINI  Nú er skrivstovulærlingur settur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina