Eyðun gevur fløgu út
Leygardagin kemur nýggja fløga við Eyðuni Jacobsen út. Heitið á fløguni er “Lívsins løtur”. 18 sangir eru á fløguni, og Eyðun hevur sjálvur skrivað orð og lag til átta av teimum.
Sera dugnaligir tónleikarar undir leiðslu av Jeff Collins hava seinastu 4-5 árini spælt tónleikin inn í Crossroads Studio í Arden í North Carolina í USA, og nærum allar røddirnar eru tiknar upp í studionum hjá Eriki Biskopstø í Klaksvík.
Eyðun Jacobsen hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlands. Fyrsta útgávan, hann var við í, kom í 1973. Tað vóru Betesdaduettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu EP-plátuna, Úr Himli til jarðar, út. Eyðun var fastur gittarspælari hjá Kvartettini í Betesda. Hann var við í Midnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim-Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.
Frá 1983 búði Eyðun saman við familjuni í 17 ár í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. Fýra útgávur komu, meðan hann búði í Danmark, tríggjar á donskum og ein á føroyskum.
Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki. Hann hevur givið tvær fløgur út einsamallur og tvær fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið í og samskipað fleiri útgávur, millum annað hjá Kelduni, Sveini í Prestgarði, Kvartettini í Betesda, Ólavi á Váli Olsen og Oasubrøðrum. Eisini samskipaði Eyðun fløguna “Tú Leitar”, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum.
Eyðun hevur eisini skipað fyri fleiri sang- og tónleikatiltøkum gjøgnum árini.
Í sambandi við nýggju útgávuna verða útgávukonsertir leygarkvøldið 25 mai klokkan 20 í Frelsunarherinum í Havn og sunnukvøldið 26. mai klokkan 20 í Kelduni í Skálafirði. Eisini luttekur Magni Christiansen, og tað er ókeypis atgongd.
Sunnumorgunin 26. mai klokkan 11 luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, eisini á møtinum í Lívdini í Hoyvík.