Fáa Bíbliur og heilivág

Í Malaisia er eftirspurningurin eftir ljóðbíblium á upprunamálinum vaksin hesi seinnu árini. Millum januar og apríl í ár hava okkara samstarvsfelagar í landinum latið meira enn 500 ljóðbíbliur í samstarvi við staðbundin kristin. Samstundis hava tey uppdagað ein nýggjan tørv eftir heilivági, sum tey síðan apríl mánað hava deilt út til 32 kvinnur og 27 børn.

Kristin millum uppruna ættfólkið tosa ofta bert teirra egna móðurmál og nógv teirra eru analfabetar. Tí er gleðin stór, tá tey fáa teir smáu hátalararnar við upplestri av Bíbliuni á teirra egna máli.

í arbeiðnum at deila út ljóðbíbliur varnaðust okkara felagar, at nógv børn millum uppruna ættbólkin gerast sjúk, og hava trupult við at koma fyri seg aftur. Frágreiðingin er, at tey búgva og halda til í oyði økjum við avmarkaðum møguleika at fáa føðsluríkan mat, heilivág og læknahjálp. Tí víðkaðu okkara felagar um virksemi teirra, so at tey nú ikki bert lata ljóðbíbliur, men eisini heilivág og týdningarmikla føðslu til børnini

Staðbundin kristin hava verið avgerandi fyri, at matur, heilivágur og ljóðbíbliur eru komnar fram til tey kristnu millum upprunafólkið. Tey liva í nøkrum av mest fjarskotnu bygdunum, sum bert er møguligt at vitja gjøgnum brattar líðir.

”Tey staðbundnu kristnu hava eitt stórt hjarta fyri uppruna ættbólkunum. Vit sóu, at tey ikki bert høvdu tørv á Bíblium, tey høvdu eisini likamligan tørv, sum vit kunnu kundu møta. Tey staðbundnu kristnu hava tikið ábyrgd, og tað hevur verið eitt vælsignilsi fyri kristin millum upprunafólkið,” sigur Sam*, ið er ein av okkara samstarvsfeløgum í Malaisia.

Tey staðbundnu kristnu hava keypt heilivág og latið hann til tær bygdir, ið hava størsta tørvin.

Biðið fyri Malaisia

  • Biðið um, at ættfólkini kunnu uppliva minni av sjúku
  • Biðið um, at tær mongu ljóðbíbliur kunnu styrkja trúnna hjá teim kristnu
  • Takkið Gudi fyri tey staðbundnu kristnu, sum sjálvboðin hava hjálpt at lata Bíbliur og heilivág.

Stuðlið fíggjarliga

Tú kanst vera við at stuðla okkara arbeiði við millum øðrum at luta út Bíbliur og neyðhjálp til forfylgd  kristin.
Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina